Finnleif Guttesen
borgarstjóri
???????????????
Sum ikki einaferð eru fíggjarmálaráharrin og samgongan farin í hernað ímóti útjaðaranum, hesa ferð er tað eftir føroyskum handverkarum, sum arbeiða uttanlands.
Tað er komið áheitan til kommununa um at gera vart við, at um fleiri handverkarar, sum arbeiða uttanlands, koma heim tí frádrátturin fellur burtur, verður galin endi í útjaðarinum tí tað verður ov lítið arbeiði til allar, so at eingin kann yvirliva.
Hesir handverkarar sum í dag gjalda skatt til kommunu og land, hava so tvey í at velja:
? Flyta heim til kommununa, har ov lítið arbeiði verður, tí ov nógvir eru um boðið, hetta kunnu teir ikki liva við og verða tí noyddir til at arbeiða í miðstaðarøkinum fyri lægri løn, enn teir hava uttanlands og nógv hægri kostna fyri bústað og kost enn uttanlands.
? Flyta úr kommununi til útlandið, tí inntøkan er nógv betri og kostnaðurin lægri. Somuleiðis hava teir møguleikan til at arbeiða í Føroyum og fáa ein frádrátt uppá kr. 6oo- 700,- um samdøgrið.
Við hesi dáragerð hevur fíggjarmálaráharrin og samgongan enn einaferð ætlan um at taka inntøkur frá kommununum í útjaðaranum og harvið gera grundarlagið fyri økismenning til einkis.