Samgongan fær ein brest

Eg góðtaki ikki skúlarnar í Marknagili, áðrenn fíggingin av Sandoyartunlinum er avgreidd, sigur Gerhard Lognberg So avgjørdur er Gerhard Lognberg, nú Kristina Háfoss hevur lagt uppskot fram um skúlamiðdepil í Marknagili. Hann sigur beinleiðis, at samgongan ikki skal rokna við sínari atkvøðu, veit hann ikki nakað heilt ítøkiligt um fíggingina av tunlinum til Sandoynna framman undan.

Nú verður eitt uppskot tveitt niðan í tingið um ein skúladepil fyri 400 milliónir. Men eg havi eina lóg um ein undirsjóvartunnil til Sandoynna, sum skal byrjast í 2009, at halda meg til, og áðrenn eg fái vissu fyri, hvussu hesin skal fíggjast, kemur ikki upp á tal at taka undir við hesum uppskoti, sigur Gerhard Lognberg.

Hann heldur tað vera undarligt, at fólk øtast um 600 milliónir til ein Sandoyartunnil, meðan 400-500 milliónir til skúladepil verða játtaðar uttan at blunka.

Samgongan kann vænta sær ein brest, verður spurningurin um fígging av Sandoyartunlinum ikki loystur framman undan, og tað er ein brestur eg ætli mær at taka við stívum armi, sigur Gerhard Lognberg.

LESIÐ VIÐMERKING FRÁ JOHN JOHANNESSEN HER<a>