Samgongan fær ein lúsing í veljarakanning

Um løgtingsval var í dag, so hevði Javnaðarflokkurin verið nógv størsti flokkur á tingi

 

Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt, og sum er kunngjørd í Vikuskiftis-Sosialinum.

Framgongdin hjá Javnaðarflokkinum hevði verið 6,5 prosent. Hinvegin hevði Fólkaflokkurin havt størstu aftugongdina, 4,9 prosent.

Sambært kanningini hevði Fólkaflokkurin fingið 19,6 prosent av atkvøðunum. Flokkurin var størsti flokkurin á valinum í 2019 við 24,5 prosentum av atkvøðunum og 8 tingfólkum. Tað hevði kostað flokkinum 4,9 prosent í afturgongd, sum hevði merkt, at flokkurin hevði mist ein tingsess.

##med2##

Sambandsflokkurin hevur eisini afturgongd. Flokkurin fekk á valinum 20,3 prosent og gjørdist triðstørstur eftir Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Sambært kanningini verður Sambandsflokkurin minstur av teimum fýra stóru flokkunum. Hann fær 18,8 prosent, ein afturgongd upp á 1,6 prosentstig, sum kostar flokkinum ein tingsess.

Miðflokkurin hevur sum hin einasti samgonguflokkurin framgongd í kanningini frá 5,4 til 6,5 prosent, sum er ein framgongd upp á 1,2 prosentstig, sum tó ikki broytir floksins umboðan á tingi.

Meira er at lesa um kanningina í Vikuskiftis-Sosialinum