Samgongan heldur í fýra ár

Løgmaður ásannar, at kemiin hevur oftani meira at siga fyri politikkarar enn politikkurin. Tað heldur hann er stórt spell og vera eitt handicap fyri føroyskan politikk

Politikkur


Anfinn Kallberg, løgmaður ivast onga løtu í, at samgongan fer at halda í fýra ár, tó at hann viðgongur, at hetta kann blíva ein baldrutt tíð.

Men hvat heldur løgmaður kann blíva tann fyrsti styrkiprøvin í samgonguni!

-Tað veldst so nógv um persónar og um mál sum so. Eru persónarnir, sum eru við í samgonguni, hugaðir fyri at umrøða og viðgera problemini og eru teir sinnaðir til at finna loysnir, so ber tað til. Um man ikki orkar ella klárar tað, so veit eg ikki. Men vit skulu minnast til, at allir hesir fýra flokkarnir vilja fegnir vera við í hesi samgongu.

-Sjálvt um kemiin millum fleiri teirra er sera vánalig!

-Tað er so ein annar spurningur. Tað er tíanverri nakað, sum sermerkir føroyskan politikk í dag, at tað er meira vorðið til kemi millum persónar heldur enn politikk. Tað er nakað , sum tíanverri vindur uppá seg, alt ov nógva staðni, og tað er sera tragiskt, at tað skal vera so. Tað er eitt stórt handicap fyri føroyskan politikk.

Men hví heldur løgmaður, at tað er vorðið so?

-Eg veit tað ikki. Tíanverri. Tað eru nógvir tingmenn, sum ikki torga hvørnn annan, og tað er eitt nýtt fyribrigdi. Og tað er ikki gott.