Samgongan hevur bóltin – vit spæla fegin við

Tað hevur stóran týdning at styrkja samskipanina millum geirar enn meira, tá tað snýr seg um endurvenjing. Eldraøkið má við í samskipanina, so skiftið frá hinum geirunum yvir í eldraøkið ikki er nakað, sum einstaki borgarin merkir.

 

 

 

Framstig eru gjørd, men nakað er eftir á mál

 

Borgarliga samgongan, ið sat fram til valið 2015, valdi at skipa endurvenjingina í Føroyum í tríggjar geirar.  Tá vit tóku við á heysti 2015, fóru vit undir arbeiðið at tryggja samskipan millum geirarnar, so eingin borgari datt niðurímillum. 

Eitt er at skipa økið, eitt annað at fáa skipanina útinta í verki. Tað tekur tíð, men sigast skal, at nógv er hent, og stórir batar eru at hóma á hesum øki. Kommunurnar hava eisini raðfest endurvenjing høgt, síðan tær fingu ábyrgdina av endurvenjing á eldraøkinum. 

 

 Tað hevur tó stóran týdning at styrkja samskipanina millum geirar enn meira. Allir geirar mugu samstarva. Í løtuni verður sagt, at tey, ið hava brúk fyri tí, fáa eina endurvenjingarætlan. Men tað er greitt, at hesar ikki fevna um ta sálarligu og sosialu endurmenningina.

 

Allar familjur eiga at fáa ein samskipara. Í dag verður hetta bert gjørt í heilt serligum førum, tí fíggjarorkan røkkur ikki til.

 

Skipanin við hjálpartólum má endurskoðast. Lógin um almannatrygd dagførdi atgongdina hjá borgarum á stovnum á almannaøkinum við atliti at hjálpartólum. Hendan dagføringin er enn ikki framd, hvørki á eldraøkinum ella heilsuøkinum. Ein nýskipan má gerast viðvíkjandi hjálpartólum og endurvenjing.

 

 

 

Samgongan hevur bóltin – vit spæla fegin við

 

Í mai 2019 samtykti eitt einmælt Løgting uppskot frá Sambandsflokkinum, har heitt varð á landsstýrið um: “at fyrireika og leggja fyri Løgtingið menningarætlan við greiðari visjón og ítøkiligari málum um samskipaða tvørfakliga endurmenning fyri Føroyar, sum tryggjar rættindi og skyldur hjá borgaranum”. 

 

Tí liggur tað beint til høgrabeinið hjá samgonguni at fáa hesa samtykt førda út í lívið. Tað kann undra, at hetta arbeiðið ikki er byrjað enn havandi í huga, hvussu nógv samgongan og Sambandsflokkurin siga seg raðfesta endurmenning. 

 

Sama kann sigast um nýskipanina av hjálpartólaøkinum. Eisini har liggur bólturin hjá samgonguni. Mín áheitan er tí: Komið í gongd – vit spæla fegin við. 

 

 

Eyðgunn Samuelsen,

 

løgtingskvinna