Samgongan hevur brotið eina avtalu

Og tað ørkymlar tingfólk, sigur Annika Olsen

Tað var ein semja um, at sama hvør kom í samgongu eftir løgtingsvalið tann 1. september, skuldi arbeiðið at gera eina pensjónsskipan, halda fram. Og tað skuldi vera liðugt nú á nýggjárinum.

Tað sigur Annika Olsen, løgtingskvinna. Men sum landsstýriðskvinna í almananmálum í undanfarnu samgongu, var tað hon, sum stóð á odda fyri arbeiðnum at gera eina nýggja pensjónsskipan.

 

- Umboð úr øllum flokkum vóru við í arbeiðnum og tað varð komið væl ávegis, tí semja var um fleiri av høvuðstættunum í nýskipanini, sigur Annika Olsen

 

Men tíverri hevur samgongan ikki hildið avtaluna um at halda fram við arbeiðnum. Av sínum eintingum hevur samgongan gjørt av at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini, og hetta ørkymlar tingfólk, sum ikki vita ítøkiliga, hvørjum ætlanum samgongan nú arbeiðir við.

 

Samgongan hevur ført fram, at pensjónistar fara at fáa meiri eftir um mánaðin at liva av, og at ongin fór at missa pengar.  Men ivi er sáddur um, hvussu rætt hetta er, sigur Annika Olsen.

 

Hon sipar til, at fyri at fáa fult gjald úr Samhaldsfasta, skal ein hava búð í Føroyum í 40 ár ímillum 15 og 67 ár, og tað eru tað nøkur, ið ikki hava.

 

Tí vil hon nú hava Kristinu Háfoss at greiða Løgtinginum frá, hví samgongan skerjir pensjónirnar nú, og um tað er rætt, at ongin fer at hava minni eftir at liva av.