Høvdu vit fingið Løgtingsval, hevði tað verið besta jólagávan, Føroya fólk kundi fingið. Tað staðfesti Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, nú flokkurin hevur landsfund í dag.
Annars heldur hann, at sitandi samgonga, sum hann kallar vinstravenda, hevur hildið jól, síðan hon kom til.
– Í rættiligum jólahýri hevur hon gjarað út við almennum útreiðslum sum ongantíð fyrr, sigur floksformaðurin.
Hann vísir á, at við flatskattinum og makrelstríðnum, skapti undanfarna samgonga ovurstóran vøkstur í samfelagnum. Men undir hesi samgonguni hevur peningurin fossað inn í landskassan, men tíverri hevur peningurin eisini fossaður útaftur.
Upp á tvey ár eru útreiðslurnar hjá landskassanum hækkaðar 500 milliónir krónur. Men pensjónistarnir hava ikki fingið klinkin, heldur er grundarupphæddin lækkað. Og vit hoyra dagliga, at ætlanin er at veksa útreiðslurnar enn meiri.
Tey hava eisini fráboðað tveir skattalættar. Annar er til fyritíðarpensjónistar, har kommunurnar skulu rinda 12 milliónir krónur til fyritíðarpensjónistar og níggju milliónir í landskassan.
Hin skattalættin er í forskattingini av pensjónum, sum annars er ein skattur, kommunurnar hava fingið til at reka eldraøkið við. Tað fer at kostað kommununum 50 milliónir krónur.
– Í røttum jólahýri spælir sosialistiska samgongan jólamaður við pengunum hjá hinum. Og júst pengarnir hjá hinum er eyðkenni fyri sosialismu, men trupuleikin er, at eina ferð verða pengarnir hjá hinum uppi, segði Jørgen Niclasen.