Samgongan hjálpir teimum skeivu

Meginfelagið hjá føroyskum studentum, mælir Løgtinginum staðiliga frá at samtykkja uppskotið hjá samgonguni um at hækka botnfrádráttin til lesandi, so at tey nú kunnu forvinna 20.000 krónur skattafrítt.

Sum støðan er nú kunnu tey forvinna 10.000 krónur.

Fríggjadagin skal Løgtingið agreiða málið endaliga, men Meginfelagið hjá føroyskum studentum, MFS, heldur, at lógaruppskotið leggur dent á skeivan málbólk.

- Í staðin fyri bert at stuðla 150 lesandi, eigur Løgtingið at gera umstøðurnar hjá

lesandi sum heild, betri, sigur MFS.

- Ella um ikki annað so fleirtalið av lesandi, verður lagt afturat.

Felagið staðfestir, at sjálvsagt skal tað altíð loysa seg at arbeiða.

- Tað kann tó tykjast løgið, at ístaðin fyri at betra umstøðurnar hjá teimum 3.000 lesandi í Føroyum, bæði á miðnámi og undir hægri útbúgving, velur løgtingið at hækka botnfrádráttin úr 10.000 krónum, upp í 20.000 krónur, sum bert gagnar 150 lesandi.

- Fyri at forvinna 10.000 krónur um mánaðin, skal ein lesandi arbeiða góðar 20 tímar um vikuna fyri vanliga tímaløn.

- Skal ein lesandi forvinna u20.000 krónur skal arbeiðast meira enn fulla arbeiðstíð.

- Og hvussu verður so við lestrinum?

- Tað tænir ongum, at lesandi fáa vánalig prógv ella enn verri gevast við lestrinum.

MFS sigur, at í løtuni ber til at fáa eitt ár meira í ÚS, enn bachelor við master tekur, og væntandi verður hetta eyka árið meira nýtt, tess meira lesandi arbeiða, meðan tey lesa.

- Lógarbroytingin fer sostatt yvir eitt longri tíðarskeið at føra við sær eina hækking av útreiðslunum hjá landskassanum til ÚS.

MFS vísir samstundis á, at arbeiði eigur ikki at darva lestrinum.

- Lesandi eru fyrst og fremst lesandi. Lestur er eitt fulltíðarstarv, og eyka arbeiði eigur ikki at vera fyrsta raðfesting, sigur felagið.

MFS fegnast um, at umstøðurnar betrast hjá teimum, sum arbeiða nógv.

Men felagið harmast um, at ÚS ikki samstundis verður hækkað - ella um ikki annað prístalsviðgjørt.

- Ætlaða broytingin fer einans at tæna fáum av teimum 3.000 lesandi í Føroyum. - Samstundis tænir hon bert teimum, sum megna at hava eitt tíðarkrevjandi starv aftur at lestrinum.

- MFS óttast fyri, at hetta fer at fáa beinleiðis fylgjur fyri góðskuna á próvnum og longdina av lestrartíðini hjá teimum lesandi.