- Broytingarnar, sum Bjørn Kalsø ætlar at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap, átti at lokið tríggjar treytir.
- Men hon lýkur onga.
So kontant er Búskaparráðið í sínum dómi um broytingarnar, sum ætlanin nú er at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Búskaparráðið heldur, at broytingarnar, sum nú verða gjørdar í lógini um vinnuligan fiskiskap, eiga at tryggja, at tilfeingisrentan endaði hjá Føroya fólki, sum eigur tilfeingið.
Broytingin eigur eisini at minka um váðan í fiskivinnuni, og hon eigur eisini at gera tað lætt hjá ungum føroyingum at komið inn í fiskivinnuna.
Men onki av hesum endamálum verður rokkið í uppskotinum hjá fiskivinnumálaráðharranum.
Tvørturímóti heldur Búskaparráðið, at uppskotið hjá landsstýrismanninum einans víðkar um gjónna ímillum føroyingar.
Nakrir fáir fáa rættindi
Búskaparráðið sigur, at í uppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið er ætlanin at staðfesta, at reiðarar hava ræðisrættin á fiskatilfeinginum, hóast lógin sigur, at tað er ogn Føroya fólks.
Tað merkir, at virðið á órørda fiskinum í sjónum framvegis fer at falla til einstaklingar í fiskivinnuni og tað víðkar um gjónna í føroyska samfelagnum sigur Búskaparráðið.
- Uppskotið hjá fiskivinnumálaráðharranum broytir ikki støðuna í dag, har tilfeingisrentan fellur til núverandi reiðarar í fiskivinnuni, sigur Búskaparráðið.
Ráðið sipar til, at ætlanin er at staðfesta, at reiðarin fær loyvið endurnýggjað, lýkur hann framhaldandi nakrar treytir í lógini.
Men tá ið so stórar upphæddir eru upp á spæl, kann ikki roknast við, at nakar reiðari fer at spæla sær av við loyvið í gáloysni.
- Gjógvin í samfelagnum fer at víðkast, tá ið eitt so virðismikið tilfeingi verður misjavnt býtt millum føroysku borgararnar, sigur Búskaparráðið.
Haraftrat er tað ikki eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, at nakrir fáir føroyingar kunna selja okkara livandi tilfeingið og koyra peningin í lumman, tí har verður ásett, at Føroya fólk eigur tað livandi tilfeingið.
Búskaparráðið staðfestir sostatt, at skal lógin fylgjast, skal Landið fáa tilfeingisvirðið, tí bara tá kemur tað øllum Føroya fólki til góðar.
- Landsstýrið kundi tá brúkt peningin til at útbygt landið ella givið Føroya fólki ein varandi skattalætta, tá ið rúm varð fyri tí í búskapinum, sigur Ráðið.
Minkar ikki um váðan
Búskaparráðið staðfestir somuleiðis, at uppskotið, sum nú er til viðgerðar í Løgtinginum, minkar ikki um váðan í fiskivinnuni, tí tað noyðir framvegis keyparar at rokna virðið á einum fiskiloyvi út langt fram í tíðina.
- Men ein keypari kann ikki vita, hvussu fiskivinnan sær út um tjúgu ár. Hvussu verður til dømis við oljuprísinum?
- Tað verður heldur ikki lættari hjá ungum føroyingum at koma inn í fiskivinnuna, tí teir, sum ætla sær at taka lut í vinnuni, noyðast at fáa stórar upphæddir til vega.
Búskaparráðið sigur, at tað ger skaðan uppaftur verri, at ætlanin er ikki at avtaka veðhaldsforboðið. - Tá ið fiskiloyvir kunnu seljast, mugu tey eisini kunna setast í veð, sigur Ráðið.
Forboðið bara økir bara tann fíggjarliga váðan og politikkarar áttu eisini at hugsað um tey næstu ættarliðini av reiðarum, leggur ráðið afturat.
Í hesum sambandi kann skoytast upp í, at Búskaparráðið hevur áður mælt til at seta ein fiskamarknað á stovn, har fiskidagar ella kvotur verða seld á almennum uppboði og peningurin fer í landskassan, akkurát sum rætturin til at bora olju, sum er eitt annað nattúrutilfeingi, verður latin teimum feløgum, sum bjóða mest.
Sí eisini greinina: Nakrir fáir reiðarar fáa tvær milliardir frá landskassanum.