Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, heldur at samgongan má gevast at stuðla tí almenna fíggjarliga í kapping við tað privata.
- Kommunur eru farnar at lata ókeypis grundstykki til Bústaðir og ikki til privatar, sum gera tað sama, sigur hann og ákærir samgonguna fyri at geva Bústaðir almennan studning bæði frá kommununum og frá landskassanum.
- Tað ikki bara drepir kappingina, men ger eisini bústaðarneyðina størri. Nú er Bústaðir, sum ikki megnar at lyfta alt, blivið haftið um beinið, blivið sjálvt problem í bústaðarneyðini, sum vit hava, sigur hann.
Hann vísir á onnur dømi, har tað almenna er farið í beinleiðis kapping móti tí privata, eftir hansara tykki. Tað almenna Atlantsflog skal byggja hotell í kapping við privatar, tað almenna ALS skipar fyri skeiðum í kapping við privatar.
- Mykinesleiðin er eitt annað dømi, har ein privatur hevði fingið tað at borið til, og tað góðtekur tað almenna ikki og ætlar sær nú at tvinga tað frá honum yvir til tað almenna, sigur hann.
- Tað virkar sum um at politikkurin vendir tí privata initiativinum bakið. Og tað vita vit frá søguni í øllum heimsins londum, tað er ikki ein røtt leið, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Jørgen Niclasen gjørdi við Rás 2 í dag.