Samgongan samd um at halda fram í Marknagili

SKÚLADEPILIN Samgongan ætlar at halda fram við ætlanini at byggja skúladepilin í Marknagili, men fíggingin verður ein stór avbjóðing

Arbeiðið at byggja skúladepilin í Marknagili skal halda fram.
Tað er niðurstøðan av samgongufundi mikudagin um Skúladepilin í Marknagili.
Bjørn Kalsø sigur, at samgongan er samd um, at arbeiðið at byggja skúladepilin skal byggjast og at farast skal nú undir arbeiðið at finna pening til endamálið.
Men landsstýrismaðurin staðfestir samstundis, at tað verður ein avbjóðing at finna pengarnar, sum resta í fyri at farast kann undir ætlanina.
Neyðugt verður at útvega 64 milliónir afturat, fyri at fremja byggingina, tí skúladepilin verður dýrari enn upprunaliga mett.
- Tann peningin skulu vit nú royna at finna, men tað verður torført, sigur hann.

Havnin keypa
Bjørn Kalsø vónar framvegis, at tað mesta av írestandi fíggingini kann útvegast við, at Tórshavnar Kommuna keypir handilsskúlan og hallirnar hjá Tekniska skúla í Smiðjugerði.
Annars er eisini ein møguleiki, at Tórshavnar Kommuna keypir sær rætt til at leiga depilin í Marknagili um kvøldarnar, um vikuskiftini og í ferium, tá ið hann annars ikki verður brúktur til skúla.
- Tað, sum restar í, skal so útvegast politiskt. Tað verður ein avbjóðing, men eg havi rættiliga góðar vónir um, at tað fer at eydnast, tí samgongan er sinnað at finna eina loysn, sigur Bjørn Kalsø.
Hann vil kortini onki siga um, hvussu ein loysn kundi verðið snikkað saman, men tað kemur tann næsta tíðin at vísa, sigur hann.

Byrja í vár
Og landsstýrismaðurin ætlar at arbeiða skjótt, so at spakin kann setast í longu í vár.
Skal skúlin verða liðugur í 2016, er neyðugt at arbeiðið byrjar í vár, sigur hann.
Andstøðan hevur boðið sær til at hjálpa landsstýrismanninum at finna fígging, sum tey hava málborið seg.
Men landsstýrismaðurin dugir ikki at síggja nakað sum helst endamál í at fáa andstøðuna upp í.
- Andstøðan hevur sitið í tí politiska fylgibólkinum og tað arbeiðið er lagt afturum. Hetta snýr seg um eina politiska telving í samgonguni, men vil andstøðan taka undir við endaliga úrslitinum, so ongantíð betri, sigur Bjørn Kalsø.

Vit halda fram
Vit eru samd um at halda fram við ætlanini at byggja skúladepilin í Marknagili og at finna fíggingina til endamálið.
Tað sigur Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi.
Hann var ein av tinglimunum, sum vildi hava málið um skúladepilin fyri á samgongufundi.
Og mikudagin var málið so til viðgerðar á samgongufundi
Jákup Mikkelsen er sigur, at samgongan er samd um at byggja skúladepilin í Marknagili og at finna fíggingina til endamálið, so at spakin kann setast í longu í vár.
Annars er hann fáorðaður, tí hann hevur ikki hug at útgreina hetta nærri.
Men tað skilst kortini, at skal spakin setast í longu í vár, er tað depilin, sum nú liggur í kortunum, sum skal byggjast, tí stundir vera ikki at fyrireika eina nýggja verkætlan til í vár.
Hann vil heldur ikki siga nakað um, hvussu fíggingin skal útvegast, men tað er so ein spurningur, sum samgongan skal viðgera næstu tíðina.


Nógv lægri prísur
Tórshavnar Kommuna er áhugað at keypa Handilsskúlan, og hallirnar í Smiðjugerði, frá landinum.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Sostatt kann kommunan vera við til at fígging til at byggja skúladepilin í Marknagili.
Skal ætlaði skúladepilin í Marknagili byggjast, skal Løgtingið játta 64 milliónir afturat til endamálið.??
Landsstýrismaðurin ásannar, at tað verður torført at fáa politiska undirtøku fyri at játta nakað serligt av pengum afturat til Marknagilsætlanina og tí leggur hann dent á, at eykajáttanin til skúladepilin skal vera so útreiðsluneutral, sum gjørligt.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at ein máti at fíggja ætlanina, er, at Tórshavnar Kommuna keypir handilsskúlan og hallirnar í Smiðjugerði.??
Tí hevur Mentamálaráðið biðið Tórshavnar kommunu um samráðingar um handilsskúlan og hallirnar í Smiðjugerði.??
Heðin Mortensen sigur, at kommunan er áhuga at samráðast um bygningarnar, men hann staðfestir, at talan verður als ikki um, at Tórshavnar Kommuna fer at brúka nakað sum líkist 60 milliónir upp á bygningarnar.?
Nú fara embætisfólkini í kommununi at viðgera málið og at taka samanum, og so tekur býráðið støðu.??
- Vit fara sjálvandi at gera okkara kostnaðarmeting av bygningunum, men semjast vit ikki um ein prís, lata vit bara vera við at keypa, sigur Heðin Mortensen.??
Prísin fær hann onki sagt um enn.
Men sjálvsagt fer kommunan ikki at rinda ovurprís fyri bygningarnar, bara fyri at hjálpa landinum burtur úr einum trupulleika, leggur hann dent á.
LES EISINI GREININA:Taka lán at fíggja skúlan í Marknagili