Fólkaflokkurin arbeiddi fyrrakvøldið og fyrrapartin í gjár við einum semingsuppskoti at leggja fyri Tjóðveldisflokkin í samgongustríðnum, sum leygadagin var við at forkoma samgonguni.
Tá Sosialurin fór til prentingar á middegi í gjár sat Fólkaflokkurin á fundi og legði seinastu hond á uppskotið. Tí eydnaðist okkum ikki at fáa hendur á semingsuppskotinum.
Eingin sjálvsavgerðarrættur
Sosialurin skilir tó, at Fólkaflokkurin ikki ætlar sær at góðtaka, at eitt uppskot til samtyktar um at staðfesta sjálvsavgerðarrætt føroyinga og at boða ST frá hesum verður lagt fyri tingið.
Løgmaður segði leygardagin, at sjálvsavgerðarrætturin er so sjálvsagdur, sum dagurin í dag. Og hann vil ikki, at tingið skal staðfesta nakað, sum er sjálvsagt.
Somu fatan hevur Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins.
? Tað er eingin meingin í, at vit fara í tingið at staðfesta sjálvsavgerðarrættin, sum allir flokkar eru samdir um, at vit hava. Og at vit kortini bert fáa ein tepran meiriluta við 18 atkvøðum fyri at samtykkja tað, sigur Óli Breckmann.
Mugu taka seg saman
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Sjálvstýrisflokkinum, sum frá fríggjadegnum til leygardagin royndi seg sum semingskvinna millum Anfinn Kallsberg og Høgna Hoydal, hevur nú mist tolið.
? Nú mugu menninir taka seg saman. Hetta snýr seg ikki um annað enn eitt maktstríð millum teir valdmiklastu persónarnar í Føroyum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Helena Dam á Neystabø vísir eisini á, at politiska støðan aftur er líka ógreið, sum leygardagin.
? Føroya fólk stendur nú enn einaferð og bíðar. Hetta kunnu Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal ikki bjóða fólki, sigur Helena Dam á Neystabø.
Forkvinna Sjálvstýrisfloksins vísir á, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin brádliga eru vorðnir ósamdir um eina ógvuliga realistiska ætlan, sum samgongan leingi hevur verið samd um.
Fyrsti landsstýrisfundurin síðani samgongan leygardagin var um at bresta varð hildin fyrrapartin í gjár. Men tá Sosialurin fór til prentingar, var landsstýrisfundurin enn ikki liðugur, og tí eydnaðist ikki at fáa at vita, um samgongukreppan varð viðgjørd á fundinum.