Samgongan semjast fyrst

– Vit í samgonguni hava vón um at finna eina semju um eina nýggja lóg um vinniligan fiskiskap, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum ivast í, hvussu útlitini eru fyri eini breiðari semju.

Andstøðuumboðini á stóra kjakfundinum í Klaksvík í gjárkvøldið góvu til kennar, at tey ikki høvdu tær stóru vónirnar um nakra breiða semju. Tey vístu millum annað á, at eingin fundur hevur verið í politiska fylgibólkinum síðani mars í fjør.

– Allarhelst hevði verið best við eini breiðari semju, men ivasamt er, um tað ber til. Í øllum førum hava vit eina samgongu, sum hevur sett sær fyri at gera eina lóggávu, so fyrst og fremst má samgongan semjast um málið, sigur landsstýrismaðurin.

Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard við at trýsta á pílin undir myndini.