Lagt er upp til ein avgerandi samgongufund seinnapartin. Einasta mál á skránni eru tunnlar, nú landsstýrismaðurin stríðist fyri at fáa undirtøku fyri sínum lógaruppskoti um at loyva privatum felag at gera, reka og eiga Eysturoyartunnilin.
Mótstøðan er hørð inni í samgonguni, har Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen í felag mæla til eina alternativa, almenna loysn, har verandi og komandi undirsjóvartunnlar verða lagdir í eitt alment tunnilsfelag.
Fyrr í dag sendu samgongutingmenninir eitt hvast skriv til allar samgongulimir. Sí grein HER.
Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen vóru gestir í tíðindunum á Rás2 á middegi. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.