info
Ongi úrslit

Samgongan útsetir familjusameining í trý ár

Samstundis verða krøv sett um reina revsiváttan, málførleika og integratión

Eirikur Lindenskov
28. juli 2026 kl. 20:55

Samgongan ætlar at herða útlendingapolitikkin og seta greiðari krøv til fólk, sum flyta til Føroya.

Tað sigur Beinir Johannesen, løgmaður, í samrøðu við Sosialin.

– Hvussu verður tað gjørt?

Løgmaður vísir á, at arbeitt verður framvegis við einari nýggjari útlendingalóg. Men samgongan ætlar ikki at bíða eftir henni.

– Vit fara fyrst at fremja nøkur átøk her og nú.

Fyrsta broytingin verður, at arbeiðsmegi úr útlondum ikki fær møguleika at fáa familjuna til Føroya beinanvegin.

– Vit ætla, at tað í minsta lagi skulu ganga trý ár, áðrenn samfylgjandi familja kann flyta til Føroya.

Harumframt verður krav sett um reina revsiváttan.

– Hetta eru tvey mál, sum vit vilja fremja beinanvegin, sigur Beinir Johannesen.

Samstundis heldur arbeiðið fram við einari nýggjari útlendingalóg.

Ein partur av henni verður ein positivlisti yvir lond, haðani Føroyar ynskja at fáa arbeiðsmegi.

– Vit fara eisini at seta størri krøv til málførleika og integratión.

Løgmaður vísir á, at samgongan leggur stóran dent á, at fólk, sum flyta til Føroya, læra málið og gerast partur av føroyska samfelagnum.

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo

Mest lisið hesa vikuna

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

1. november kl. 07:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Prutl mált til 82 kilometrar um tíman í Havn

12 minuttir síðan
Fótbóltur

Tríggir úr NSÍ eru tilnevndir til besta leikaran í september og oktober

1 tími síðan
Fótbóltur

Danmark leikti javnt móti Spania

7 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7 tímar síðan
Tíðindi

Johnson gevst sum leið­ari hjá Re­publi­kan­ar­u­num

8 tímar síðan
Tíðindi

Bønir & illbønir í Filmsfelagnum

8 tímar síðan
Fótbóltur

FC Nordsjælland reyk úr steypakappingini

8 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

8 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Como vann metstóran sigur

8 tímar síðan
Tíðindi

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

9 tímar síðan
Tíðindi

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

9 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi

9 tímar síðan