Edvard Joensen
frá landsfundi Sambandsfloksins
Landsstýrið vanvirðir viðurskiftini Danmarkar og Føroya ímillum, segði Edmund Joensen, afturvaldi formaður Sambandsfloksins, tá hann legði upp til orðaskiftið á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í Øravík um vikuskiftið.
Hann undraðist á, at tað skuldi vera neyðugt, at heili 17 fólk skuldu møta í Keypmannahavn til at áseta ein fundardag. Men grundin var, segði hann, at landsstýrið ætlaði at halda samráðingarnar um framtíðarstøðu Føroya loyniligar, og at tær skuldu vera lidnar á jóansøku.
Hetta helt sambandsformaðurin vera eina beinleiðis vanvirðing av ríkisfelagsskapinum, sum nú er 600 ára gamal. At hann loyniliga skuldi avgreiðast upp á tríggjar mánaðar.
Men tað býttasta, samgongan gjørdi í hesum máli, segði Edmund Joensen, var at boða frá, at tey komu við eini útrokning, sum segði, hvussu nógv danir skyldaðu Føroyum. Tað hevði sum kunnugt við sær, at danir beinanvegin roknaðu út, hvussu nógv teir hava brúkt upp á føroyingar, og hvat hvør føroyingur í Danmark er verdur.
Edmund Joensen segði, at samgongan hevur ongantíð fingið loyvi frá Føroya fólki at fara undir samráðingar um fullveldi. Hetta er nakað, samgongan bara hevur tikið sær rætt til við at tulka úrslitið av seinasta løgtingsvali, sum var eitt protestval móti bankamálinum. Men tað merkir kortini ikki, at fólkið vil hava fullveldi, segði Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins.
Í góðveðrinum í Suðuroy leygarmorgunin var uppmøtingin væl betri enn fríggjakvøldið. Serliga vóru tað suðringar, sum komnir vóru á fund hendan góða morgun.
Javnstøðulógin er farin at virka innanfloks hjá sambandsfólki. Tá landsfundurin varð tikin upp aftur leygarmorgunin, varð sangurin »Morgunroðin lýsir», sungin. Tvær reglur í sanginum, sum í upprunayrkingini ganga upp á »raskar dreingir« og »fúsar dreingir«, vóru í nýggju útseting Sambandsfloksins umskrivaðar til »gentur,dreingir«.
Hesi fólkini, sum møtt vóru á fundi, fingu frá formanninum at vita, at føroyingar eru ótryggir við politikk samgongunar. Fyrst og fremst tí eingin veit, hvønn politikk samgongan yvirhøvur ætlar at reka.
Tó er greitt, segði Edmund Joensen, at landsstýrið sparir pening á millum øðrum almannaøkinum fyri at brúka teir til at fíggja fullveldispolitikk sín við. Og ikki nokk við tí. Samgongan brúkar so sanniliga eisini almennar pengar upp á at upplýsa um fullveldispolitikkin.
Tað er so galið, segði Edmund Joensen, at útreiðslurnar á fíggjarlógini eru hækkaðar eina millión fyri hvønn yrkadag, hendan samgongan hevur virkað.
Sambandsflokkurin vil hava Heimastýrislógina endurskoðaðað. Men framvegis skulu vit vera í tøttum samstarvi við Danmark, segði Edmund Joensen. Tó skal møguleiki vera fyri at yvirtaka øll mál, sum í dag eru felagsmál. Men yvirtøkurnar skulu vera við gjaldsskyldu. Einki við at vit yvirtaka, og danir gjalda.