Samgongan varðveitir meirilutan

Um veljarakanningin, sum Gallup gjørdi fyri Tjóðveldi á Fólkatingi, hevði verið úrslitið av einum løgtingsvali, so høvdu stórar broytingar verið – men samgongan hevði varðveitt meirlutan í tinginum

Um veljarakanningin, sum Gallup gjørdi fyri Tjóðveldi á Fólkatingi, hevði verið úrslitið av einum løgtingsvali, so høvdu stórar broytingar verið – men samgongan hevði varðveitt meirlutan í tinginum.

 

Bera vit saman úrslitið av veljakannigini við seinasta løgtingsval, so hevði Sambandsflokkurin havt størstu framgongdina. Flokkurin hevði havt eina framgongd upp á 9 prosentstig, sum hevði givið flokkinum 3 tingsessir afturat.


Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/tvaer-kanningar-peika-a-folkaflokkin/Tvær kanningar peika á Fólkaflokkin

 

Javnaðarflokkurin hevði havt størstu afturgongdina, flokkurin hevði gingið 3,7 prosentstig aftur. Men flokkurin hevði bara mist ein tingsess í mun til valið seinast, og flokkurin hevði fingið 7 tingsessir.

 

Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/eftir-27-ar-kann-joergen-gerast-loegmadur/Eftir 27 ár kann Jørgen gerast løgmaður

 

Sjálvstýrisflokkurin hevði gingið 2,6 prosentstig aftur og mist báðar tingsessirnar. Miðflokkurin hevði gingið 2,1 prosentstig aftur og mist annan tingsessin.

 

Tjóðveldið hevði havt stóra framgongd, 2,4 prosentstig, sum hevði givið flokkinum ein tingsess afturat.

 

Les eisini: Fýra teir størstu fáa sjey tinglimir hvør

 

Fólkaflokkurin hevði havt ein lítla afturgongd, 0,4 prosentstig og varðveitt sínar 6 tingsessir.

 

Úrslitið av øllum hesum hevði verið, at sitandi samgonga hevði varðveitt meirilutan upp á 17 tingsessir. Hóast stóru framgongdina upp á 3 tingsessir hjá Sambandsflokkinum, so hevði tað ikki broytt javnvágina í Løgtinginum, tí at Sjálvstýri hevði mist 2 sessir og Miðflokkurin ein.

 

Hjá samgonguni hevði einasti munur verið, at Javnaðarflokkurin mist ein tingsess og Tjóðveldi fekk ein.

 

So er tað, at øll fyrivarnini eiga at koma:

 

• At vit kunnu ikki samanbera fólkatingsval við løgtingsval.

• At fólk velja meira eftir persónum til eitt fólkatingsval.

• At teir smáu flokkarnir altíð eru við sviðusoð til fólkatingsval og so víðari.

 

Seinastu dagarnar hava vit sæð tríggjar veljarakanningar, sum hava givið sera ymisk úrslit.

 

Talvan niðanfyri vísir úrslitið av kanningini, sum Gallup gjørdi fyri Tjóðveldi á Fólkatingi um fólkatingsval, borið saman við úrslitið av løgtingsvalinum 1. september í 2015:

 

Flokkur

Kanning

Val 2015

munur

nú (2015)

A

Fólkaflokkurin

18,5

18,9

-0,4

6 (6)

B

Sambandsflokkurin

27,7

18,7

9

9 (6)

C

Javnaðarflokkurin

21,4

25,1

-3,7

7 (8)

D

Nýtt Sjálvstýri

1,5

4,1

-2,6

0 (2)

E

Tjóðveldi

23,1

20,7

2,4

8 (7)

F

Framsókn

4,5

7

-2,5

2 (2)

H

Miðflokkurin

3,4

5,5

-2,1

1 (2)