Samgonguætlanin kolldømd

Tingmaður Javnaðarfloksins heldur, at fólkið hevur kolldømt ætlan landsstýrisins um fullveldið og samstundis tikið grundarlagið undan samgonguni yvirhøvur, tí í øðrum málum eru flokkarnir sum hundur og ketta

? Eg haldi, at veljarakanningin, við teimum fyrivarnum ein veljarakanning skal hava, sigur, at ætlanin hjá samgonguni um at Føroyar skulu fara úr ríkisfelagsskapinum er kol ldømd eina ferð fyri allar, sigur Hans Pauli Strøm tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Hann heldur tað vera merkisvert og greiður boðskapur, at fólk taka ikki undir við ætlanini hjá samgonguni. Og hann heldur tað vera serliga áhugavert, tí samgongan hevur havt avgjørdan fyrimun í arbeiðinum at fáa fólka t taka undir við ætlanunum.

? Hvítabók varð almann-akunngjørd um mánaðarskifti agust september, men kortini eydnaðist tað ikki landsstýrinum at fáa fólk at trúgva upp á tað, sum teir ferðaðust kring landið við, sigur Hans Pauli Strøm.


Vilja hava samstarvið

Hinvegin heldur Hans Pauli Strøm, at kanningin hjá Útvarpinum stað-festir tað, sum Javnaðarflokkurin hevur víst á alla tíðina.

? Fólk vilja hava eitt samstarv við ein partnara, sum skapar teimum trygg kor at liva undir, heldur enn at gera sum landsstýrið ætlar.

? Fólk vilja varðveita teir møguleikar, sum eru innanfyri ríkisfelagsskapin, og tað er júst tað, sum vit hava sagt alla tíðina, sigur Hans Pauli Strøm.

Hans Pauli heldur ikki at tað er vert at festa seg við tað sum stendur í seinasta spurninginum, har fólk verður spurt um einaferð í framtíðini.

? Tað liggur í mínum hugaheimi so langt frammi í tíðini at tað er óáhugavert.


Semja má fáast

Annar sigur Hans Pauli, at Javnaðarflokkurin heldur fast við tað, sum flokkurin fyrr hevur sagt um at samgongan hevur heimild at fara niður at samráðast uttan eina vegleiðandi fólkaatkvøðu fyrst.

Kortini heldur hann at tað er neyðugt at royna at fáa eina semju millum samgonguna og Javnaðarflokkin fyrst, og fara tær samráðingar at vísa, at samgongan ikki vil flyta seg, so er ikki óhugsandi, at Javnaðarflokkurin eisini fer at krevja eina vegleiðandi fólkaatkvøðu fyrst sigur Hans Pauli Strøm at enda.´