Samgongukreppan avlýst – samgongan heldur fram

Tey 16 fólkini í samgonguni halda fram í samgonguni.

 

 

Tað kom burtur úr fundinum millum teir tríggjar floksformenninar, Bárð Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana.

Greitt er, at Johan Dahl úr Sambandsflokkinum ikki er partur av samgongu. Greitt er eisini, at Miðflokkurin er bakkaður frá sínum lyfti um at slíta samgonguna, um nakar í samgonguni atkvøddi fyri rættindum til samkyndum, eins og Fólkaflokkurin eisini er tað.

Bárður Nielsen segði við útvarpið fyri løtu síðani, at nógv mál hjá samgonguni eru eftir at fremja, so sum gongd í haga, foreldramyndugleikalógin, rehabiliteringin og so eru nógv stórmál á uttanríkispolitiska økinum, so sum radarin á Sornfelli.

Hann sigur, at floksformenninir nú hava tosað saman um tey mál, sum teir eru samdir um. 

– Nú fara vit í gongd og seta fer aftur á at avgreiða tey politisku málini, sum standa fyri fyrst, segði løgaður.

Hann segði, at nú er ein nýggj støða, men heldur fast um, at samgongan er arbeiðsfør, og at Johan Dahl helst fer at taka undir við øllum málinum, eins og hann hevur gjørt, hóast hann ikki er partur av samgonguni longur.

Enn er ikki greitt, hvussu tað verður við landsstýrissessunum hjá Fólkaflokkinum, sum standa tómir, síðani Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur løgdu frá sær fyri at fáa Anniku Olsen úr tinginum.

Hóast Annika Olsen tók sæti fyri Heðin Zachariasen mánadagin í síðstu viku, so er hon ikki tingfólk longur, tí mánadagin tók Heðin Zachariassen aftur sæti á tingi.