Loksins varð tað kunngjørt, at 4. februar 2008 skuldu stórtíðindi frættast úr Salinum í Tinganesi.
Tá ið avtornaði, gjørdist dagurin tó so tragikomiskur, at hann valla verður gloymdur í bræði.
Allastaðni varð lurtað: í sjónvarpi og útvarpi á landi og á sjógvi bæði úti og heima. Í Salinum í
Tinganesi var hópur av fólki, sum í ótolni trunkaðust um stórt búgvið borð.
Men hvat var á vási, hví hoyrdist einki frá tí politiska kabinettinum?
Fólk fóru at órógvast. Orðið abort lá á tunguni hjá einum. Hann fekk teskað í oyrað, at tað eitur missfall á føroyskum. Men nú varð dúgliga gitt: Onkur tosaði um tongforloysing, ein annar um
keisarasnitt, og ein triði ivaðist ikki í hondálegging, tí hann hevði sæð ein lækna fara um hurðina til kabinettið. Ein ónd tunga segði, at teir leitaðu eftir eftirburðinum.
Men so alt í einum kom forloysingin sum ein annar landsynningstømingur.
Løgmaður kunngjørdi fyri Gudi og monnum, at samgonguskjalið var undirskrivað og so statt bindandi veruleiki, men av tí at hetta hevði drigið út – hann hevði drigið hart hoyggj – og skjalið var so langt sum eitt drigið vil, men eingin varð drigin eftir hárinum, helt løgmaður, at tað var nóg mikið, at høvuðsinnihaldið, sum lág í yvirskriftini til manifestið, varð drigið fram: Samhaldsfesti, sjálvstýri, møguleikar og menning.
Nú loysnaði (við ongari loysing).
Fólk vóru glað og klappaðu og sungu. Í Salinum fóru øll til altars. Har var nóg mikið av breyði og víni. Áttamannafar var drigið úr neysti og flotað. Í sjálvgleði fóru tey at klandrast um árarnar. Ein norðingur gjørdist óður, tí hann onga ár fekk. Sum ein annar kamikaze hótti hann við at taka nøgluna úr bátinum og søkka hann.
Í Salinum gekk dansurin so lystiliga. Kvøðið varð við niðurlagnum: ”Vit eru føroyingar serstøk tjóð
við felags lagnu og felags blóð.”
Mangt er undarligt, tað sigur abbi, ongan veit eg klókari enn hann; soleiðis yrkti Hans Andr. Djurhuus. Um samgonguskjalið hevði abbin, við sínum vanliga góða viti og skili, ætlandi sagt:
Repið seglini, rógvið undir land til betri sjógv og finnið botnin aftur.
Í innganginum til skjalið er tilskilað, at ”hvør einstakur hevur mest møguligt frælsi.” Hetta samsvarar ikki við frælsið, sum er tryggjað okkum í grundlógini: ”Tað persónliga frælsið er
friðhalgað (ukrænkeligt). Eingin kann grundað sína politisku ella religiøsu sannføring ella ætt á nakran hátt verða fyri frælsisskerjing.”
Orðingin í hesum annars so drúgva samgonguskjali er ikki merkt av dámligum smædni, men í støðum hómast stórlátni, sum kann minna okkum um skinnfluguna, sum helt seg vera ein elefant. Tá ið hon so lat luftina sum elefantur, hvarv hon við brestin.