Samgonguskjalið undirskrivað

Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava nú skrivað undir samgonguskjalið

Flokkarnir, sum seinastu dagarnir hava sitið og samráðst um skipan av nýggjari samgongu eru komnir i tíðarneyð. Kl 11 í morgun skuldi Anfinn Kallsberg hitta tingformannin og siga honum, um tað hevði eydnast honum at skipa samgongu ella ikki.


Tað eydnaðist honum ikki at skipa samgongu áðrenn klokkan 11. Men fáar minuttir yvir ellivu skrivaður flokkarnir undir samgonguskjalið. Síðan skuldi Anfinn Kallsberg hitta tingformannin og biða hann um at fáa freistina útsetta. Hann kundi tá siga formanninum, at flokkarnir vóru samdir um skipan av samgongu. Eftir er so at býta málsøkini, seta nøvn á landsstýrismenninar og at býta nevndarsessir.