Tey, sum hava barst við hond og fót ímóti ætlanini hjá Karsten Hansen um at banna innflutningi at tollfríum tubbaksvørum til Føroyar, kunnu bara seta sína vón til, at ætlaða ABC samgongan verður veruleiki.
Tí verður hon tað, er lítil ivi um, at kunngerðin, sum Karsten Hansen hevur lýst um at banna influtningi av tollfríum tubbaksvørum til Føroyar frá 1. oktober, verður avtikin.
So tað kann væl vera, at hendan ABC samgongan, sum nú er undir landi, eigur onkrar óvæntaðar vinir runt um í landinum, sum senda henni ein vinarligan tanka, um tað kanska ikki er av politiskum orsøkum.
Politikarar, sum samráðast um ABC samgonguna, siga fyri Portalinum, at teir hava sum so ikki viðgjørt hesa illa lýddu kunngerðina, men hon hevur verið nevnt og tað øll halda, at hon skal takast av.
So teir ivast ikki í, at verður ABC samgongan veruleiki og Karsten Hansen fær durafjórðingin í fíggjarmálaráðnum, verður eitt tað fyrsta tiltakið hjá nýggja landsstýrismanninum at avtaka kunngerðina, so at tollfrí søla av tubbaksvørum kann halda fram.
Politikarar duga ikki at síggja meiningina við kunngerðini og teir duga ikki at síggja nakað skilagott í at seta tiltøk í verk, sum gera umstøðurnar hjá vinnuni torførari enn tær longu eru.
Bæði ferðavinnan og Samvit hava funnist hvassliga at Karsteni Hansen fyri kunngerðina.
Sagt hevur verið, at Smyril Line og Atlantsflog fara at missa fitt av inntøku og at tey so verða noydd at hækka ferðaseðlar og onnur tænastugjøld fyri at vinna peningin innaftur.
Men Karsten Hansen hevur ikki verið til at vika, men noyðast hann at avlevera lykilin til fíggjarmálaráðið, stndur tað eftirmanni hansara frítt fyri at avtaka kunngerðina, áðrenn hon nakrantíð kemur í gildi og tað er alt sum týðir upp á tað.