Samgongustríðið stendur við

Kjaksendingin millum teir tríggjar samgonguleiðararnar í Sjónvarpinum í køvld sýndi heilt greitt, at samgongustríðið ikki er av, men bert er útsett til eftir vikuskiftið

 

 

Hóast Høgni Hoydal í dag bakkaði og harvið bjargaði samgonguni, eru samgonguflokkarnir enn ikki samdir í málinum um framtíðarstøðu Føroya.

Hetta sýndi kjaksendingin í Sjónvarpinum í kvøld um politisku støðuna heilt greitt.

? Vit kunnu siga, at samgongan hevur ligið í respirator, og eg valdi ikki at vera tann, ið tók stikkaran út. Møguliga kann samgongan vakna aftur og sleppa úr respiratorinum, men tað sær svart út, segði Høgni Hoydal í kjaksendingini.

Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal kjakaðust eisini nógv um uppskotini, sum Høgni Hoydal í tinginum í kvøld tók aftur.

Løgmaður gjørdi greitt, at uppskotini nú skulu viðgerast og snikkast til, soleiðis at samgongan ikki aftur kann koma í trupulleikar av, at Poul Nyrup Rasmussen enn einaferð meldar út, at vit bert fáa fýra ára skiftistíð.

Høgni Hoydal vísti í hesum sambandi á, at hann hevur fingið at vita frá løgmanni, at hann tekur undir við uppskotunum hjá Høgna Hoydal, men at trupulleikin hevur verið, at Høgni Hoydal bar uppskotini í tingið, uttan at hava tryggjað sær meiriluta fyri teimum.

Høgni Hoydal segði í kjaksendingini, at hann metir samgonguna sum slitna, koma uppskotini ikki fyri tingið í komandi viku. Tí koma uppskotini ikki fyri tingið, er fullveldismálið steðgað upp og samgoguskjalið sostatt brotið.