Samhaldsfasti hækkar

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin avgjørdi á fundi 30. desember at hækka eftirlønina úr grunninum
Talan verður um eina hækkan av útgjaldinum við nærum einum triðingi. Úr 710 í 910 kr. um mánaðin.
Hinvegin verður inngjaldið til grunnin nú økt við eini helvt. Síðani 1992 hava arbeiðsgevarar og lønmóttakarar rindað 1/2% av lønini í grunnin. Hetta verður nú broytt, so talan verður um 0,75%