Hóast stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur boðað frá, at útgjaldið úr grunninum tann 1. januar komandi hækkar 3,2% til 1225 kr, so kunnu tey, sum eru 67 ár og eldri kortini gleðast um, at útgjaldið fer at hækka heilt upp til 2.000 kr.
Orsøkin er tann, at landsstýrið fer at leggja fram broytingaruppskot soleiðis, at inngjaldið tann 1. januar komandi frá báðum pørtum hækkar við 0,5% - ella tilsamans við einum prosenti.
- Stýrið fyri grunnin kann sjálvandi ikki taka støðu út frá øðrum, enn tí sum er galdandi og út frá tí kann stýrið hækka inngjaldið við 3,2%, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður.
Hann sigur, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum seinni í mánaðinum fer at leggja uppskotið fyri tingið um at hækka inngjaldið.
- Tá eg sigi og havi sagt, at útgjaldið fer upp á 2.000 kr, so er tað tí, at hetta er eitt ynski frá landsstýrinum. Hetta er grundað á útrokning, sum Landsbankin hevur gjørt, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann heitti fyrr í ár á Landsbankan um at rokna út, hvussu nógv inngjaldið skuldi hækka fyri at fáa útgjaldið upp við áleið 800 kr, og við hesum sum grundarlag verður lógaruppskotið lagt fyri tingið.
Við tí fyrivarni, at lógin verður samtykt, so kann stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin seinni í ár taka ta avgerð, at útgjaldið 1. januar 2007 hækkar upp á umleið 2.000 krónur.