Samherji ætlar at byggja risastóra landalistøð

Íslendski fiskivinnurisin fer at byggja eina landalistøð, sum skal framleiða og virka 40.000 tons av laksi um árið.

 

 

 

 

Sambært iLaks hevur íslendski fiskivinnurisin, Samherji, gjørt avtalu við orkufelagið HS Orka um at byggja eina stóra landalistøð beint við Reykjanes Kraftverk.

 

Dóttirfelagið hjá Samherja, Samherji Fiskeldi hevur tryggjað sær atgongd til sjógv og streym til eina framleiðslu av laksi á 40.000 tons um árið.

 

Sambært norsku heimasíðuni, sum umrøður stóru verkætlanina, verður hitaður sjógvur brúktur í framleiðsluni, og hetta er orka, sum verður keypt frá Reykjanes Kraftverk.

 

Samherji Fiskeldi hevur eisini fingið avtalur í lag við lendisánarar um byggingina.

 

Felagið ætlar, at byggingin skal fara fram í trimum stigum næstu ellivu árini. Verkætlanin fevnir um klekistøð og aling, framleiðsluvirki og tænastubygning.

 

Sambært Samherja fer verkætlanin at kosta stívliga 2,2 miljardir krónur í okkara peningi - ella 45 miljardir íslendskar krónur.

 

Í tíðindaskrivi, sum iLaks endurgevur, verður sagt, at stýrið í Samherja hevur gjørt av at fíggja fyrsta part av verkætlanini.

 

Ætlanin er eisini at fáa aðrar íleggjarar við í risastóru aliverkætlanina.

 

##med2##

 

 

 

Umboð fyri Samherja, f.v: Jón Kjartan Jónsson og Thorsteinn Már Baldvinsson saman við umboðum fyri HS Orka, Tómas Már Sigurdsson og Jón Ásgeirsson.