Sami skattur og frádráttur í Klaksvík

Í Klaksvík verður skattur og barnafrádráttur tann sami næsta ár, sum í ár

Skattaprosentið og barnafrádrátturin í Klaksvík, verða hvørki hægri ella lægri næsta ár, enn tey eru í dag.

Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 

Nú býráðið er í ferð við at leggja fíggjarætlanina næsta ár, er greitt, at skattaprosentið aftur næsta ár verður 10,75 prosent og barnafrádrátturin verður 4.000 krónur fyri hvørt barnið.

 

Men sum tað sæst í øðrum í viðkomandi grein niðast, er ætlanin at lækka  foreldragjaldið til stovnspláss munandi.

 

Jógvan Skorheim sigur, at samstundis hevur tað eydnast at tálma rakstrinum við umleggingum av ymsum slagi, so at hann ikki dýrkar. 

 

Ein broyting, sum er gjørd, er, at Klaksvíkar kommuna leingir ikki avtaluna um at rinda 580.000 krónur úr kommunukassanum til bygdaleiðina, sum koyrir ímillum Klaksvík, Leirvík, Gøtu, Kambsdal og Fuglafjørð.

 

- Bygdaleiðir er ein uppgáva hjá Strandferðsluni, sigur borgarstjórin í Klaksvík.

 

Harafturat eru inntøkurnar hjá Klaksvíkar Havn hækkaðar eina hálva millión.

 

Annars hækkar fíggjarkarmurin tvær milliónir, har tað mesta verður brúkt til at lækka gjaldið, foreldur skulu gjalda fyri at hava børn á ansingarstovni, og til ætlaðu bussleiðina.

 

Annars verður mett, at inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu verða  milliónir næsta ár.

Í ár varð metta tinntøkan fer

 

- Hesi síðstu seks fimm árini, frá 2009 til 2014, er inntøkan hjá kommunini hækkað úr 131 milliónum, upp í 162,5 milliónir.

 

Í ár varð mett, at inntøkan fór at verða 157 milliónir, men mett verður, at inntøkan fer at vera áleið 165 milliónir, so metingin næsta ár er varislig.

 

Hendan støðan ger, at ætlanin er eisini at rinda skuldina niður næsta ár. Skuldin hjá kommununi er 15 - 20 milliónir undir einari álíkning, ella slakar 150 milliónir.