Samkoma í Herning fyri føroyingar

...

Leygardagin 21. febr. verður skipað fyri samkomu fyri føroyingar í Danmark. Tiltakið verður í Herning, sum liggur mitt í Jyllandi, uml. 1 tíma frá Århus, Ålborg og Esbjerg.

Tiltakið verður í Josva skúlanum, Dalgasgade 11 (2 min. gongd frá bussstøðini í býnum).

Byrjað verður kl. 15.00 við hugnaløtu. Á skránni verður m.a. sangur, framførsla av sangi og tónleiki, ljósmyndir úr føroyum og frásøgn. Eisini verður ein drekkamuður at fáa.

Við í tiltakinum verða eisini Godtfred Joensen við familju, sum fara at syngja ymiskar sangir.

Uml. kl. 16.30 verður evangeliskt møti. Á møtinum verða talur, vitnisburðar, søga til børnini og sangur.

Eftir møtið fara vit at hugna okkum við pizza.

Áhugað kunnu venda sær til

Jens Olsen, tlf. 20458073,

Símun J. Hansen,

tlf. 20660962, ella

Svein Askildsen,

tlf. 97225623