Samkomur úr øllum Føroyum, og úr øllum teimum ymisku trúarbólkunum, skipa í dag fyri Y2014. Y2014 er eitt stórt ungdómstiltak, og hetta er triðja árið á rað, at skipa verður fyri hesum. Tiltakið er í Badmintonhøllini í Klaksvík í dag, og endamálið við hesum er at savna allan ungdómin í Føroyum.
- Vit skipa fyri Y2014 fyri at savna ung úr øllum Føroyum á einum stað, og hava møtir saman, sigur Kari Vitalis, ein av fyriskiparunum aftanfyri tiltakið.
Umframt at vilja savna ung saman ynskja samkomurnar eisini at vísa, at hóast tær hava ymiskar meiningar innan tí kristnu trúnna, so kunnu tær arbeiða væl saman.
- Hóast vit hava ymiskar meiningar, so hava vit allar eitt felags endamál, og vilja vit fegin vísa at vit standa saman hóast ymiskleika, sigur Kari.
Í ár eru tað átta samkomur, úr øllum Føroyum, ið standa fyri at fyriskipa tiltakið. Hesar eru Karis, Lívdin, Nebo, Lívsins Orð, Solo Deo Gloria, Missiónshúsið á Glyvrum, KFUM og K í Klaksvík og Evangeliehúsið í Havn. Umframt hesar eru tað nógv onnur ið stuðla, og hjálpa til á ymiskan hátt.
Kári sigur at tiltakið er sera væl dámt, bæði av teimum eldru og yngru í samkomunum. Bæði tey seinastu árini hava tað verið omanfyri 2000 ungdómar á Y2014, og fyrireikararnar vóna enn fleiri í ár.
Til ber at fylgja við Y2014 á Lindini í ár, men eisini kann ein bæði streama tiltaki á heimasíðu teirra, og síggja myndir, ið leypandi verða lagdar út ígjøgnum dagin í dag.
- Umframt at øll kunnu koma á Y2014 vildu vit fegin hava at tey, ið ikki hava møguleika til hetta, eisini kunnu verða við, við at fylgja við heima hjá teimum sjálvum, sigur Kári.
Hetta er ikki fyrsta árið, at tað hevur verið gjørligt at fylgja við tiltakinum í Lindini og á netinum.
- Afturat teimum gott 2000 fólkunum, ið hava verið undanfarnu árini, so fylgdu yvir 1500 fólk við heimanifrá, og vit vóna at tað verða enn fleiri í ár, sigur Kári at enda.