Jóhan Heri Joensen
Fuglafjørður
Sum granni til stríðskvinnuna Sonju Jógvansdóttir og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, so burdi eg følt meg sum lús ímillum tvær negl, tá tosað verður um samkynd, men soleiðis er ikki, grannalagið er gott bæði til høgru og vinstru.
Men eg øtist aftur hesa ferð.
Nú kann eg ikki halda meg kúrran í fjøldini, eg má geva ljóð frá mær.
Tá tey samkyndu hava eithvørt á skránni, so leypa tey RØTTU upp við formaningum og døming.
Eg spyrji meg sjálvan: Hví øsa seg upp um hesi fólk?
Eru tey verri enn vit heturosexuellu?
Er Gud nærri okkum?
Hvussu við teimum fíggjarliga ivasomu?
Hvussu við spekulantunum sum liggja á lógarinnar útjaðara?
Hvussu er við horkallum og horkvinnum?
Hvussu við hjúnaðarskilnaði?
Hvussu við øllum øðrum syndum?
Sita tey fíggjarliga ivasomu, horkallar og horkvinnur ikki ímillum okkum góðu í kirkjum og samkomum.
Tey fíggjarliga ivasomu síggja vit millum fingrar við.
Horkallar og horkvinnur síggja vit millum fingrar við.
Skilnaða síggja vit millum fingrar við,
MEN TEY SAMKYNDU ERU DEYÐANS GONGD..
Hans Pauli Strøm. Á síðsta fundi Í Fuglafirði fekst tú, í øðrum samanhangi, av grovfílini frá mær, men eg vil eisini rósa táið tú gert tað sum gott er. Eg taki hattin av fyri tær, at tú torir at føra teg framm og góðtaka menniskju sum eru annarleiðis.
At verða í flokki saman við fundamentalistum sum Gerhard Lognberg, sum flokkar menniskju í A og B hugar mær ikki. Ei heldur hugar tað mær at løgmaður góðtekur at javnaðarhugsjónin eisini skal rúma tí hugsjón at vit í Føroyum skulu flokkast í A og B menniskju..
Eg spyrji bara: Hvar er javnaðarhugsjónin?.
Er hon gloymd millum allar bønirnar?
Gerhard: Varð Jesus ikki ein tann fyrsti verðuligi Javnaðarmaður.
Skuldi tú ikki gingið í hansara fótasporum, og tikið skøkjur og annarleiðis seksuell undir títt veingjabreiði?
Í nógv harrans ár hava tey sum vóru annað enn heturosexuell verið noydd at slept sær av landinum.Tey vóru óbeinleiðis landsforvíst, tí slíkur liviháttur kundi ikki góðtakast millum okkum góðu. Trupuleikarnir vóru fluttir av landinum.Nógvar syndarligar mannalagnur, vóru á henda hátt útfluttar til Danmarkar? Onkrar av teimum kendi eg, og syrgi við teimum avvarandi.
Í seinastuni hevur onkur tikið seg saman, og við sera stórum dirvi trini framm og vart tey sum borgarar í okkara landi. Fremst millum teirra er granni mín Sonja, ein megnarkvinna við bein í nøsini, ein kvinna sum torir at siga hvør hon er og hvat hon stendur fyri.
Sjálvur kenni eg onkur sum eru sett í tann bólkin at verða annað enn heterusexuell. Eg kann ikki siga annað, enn at hesi menniskju vóru, og eru fyri mær nøkur minsturmenniskju. Eg vildi ynskt, at vit øll vóru eins góð og tey.
At Gud vil venda Føroya landi bakið tí hesi fólk eru millum okkara, havi eg ilt við at trúgva Eg ivist eisini stórliga um Gud vil klamsa hurðina táið hesi menniskju trína framm og vísa teirra syndatalvu.
Líka mikið, hvussu vit hótta við Halgu bók, so kemur til allar tíðir at finnast millum landsmenn okkara, menniskju sum ikki eru sexuelt sum flestu okkara. Vit eiga at góðtaka hesi menniskju, og ikki loysa trupuleikan sum vit higartil hava gjørt. Við at geva teimum ein einvegis ferðaseðil av landinum.
Eg vóni at vit á Føroya landi í framtíðini eisini hava pláss fyri teimum sum eru annarleiðis , baði sálarliga og likamliga, enn flestu okkara.