Samkynd á Meiarínum

Sjónleikur komandi dagarnar á gamla Meiarínum

Í kvøld og í annakvøld, bæði kvøldini klokkan 20.00, verður forvitnisligur sjónleikur framførdur niðri á Gamla Meiarínum.

Talan er um ein sjónleik, sum nevnist »Hin fullkomni javnlíkin«, og snýr hesin seg um korini, sum tey samkyntu liva undir. Leikurin er íslendskur, og tískil eru tað sjálvsagt tey íslendsku viðurskiftini, sum størsti denturin verður lagdur á, men hetta merkir ikki á nakran hátt, at leikurin er óaktuellur fyri føroyingar.

Eins og í Føroyum, eru fleiri íslendingar rýmdir, antin av landinum, ella av onkrari smábygd til Reykjavíkar, fyri at sleppa undan øllum teimum fordómum, sum eru í einum lítlum samfelag, har øll kenna øll. Hetta líkist rættuliga nógv støðuni her heima, har fleiri samkynt er flutt til eitt nú Keypmannahavn.

Ísland er annars eitt av teimum londum, har samkynt hava loyvi at gifta seg, og har tað er staðfest við lóg, at mismunur eigur ikki at verða gjørdur á fólkum, orsakað av teirra kynslívið. Kortini eru nógvir fordómar galdandi millum manna, og er tað hetta, sum leikurin snýr seg um.

Sum sagt verður leikurin framførdur tvær ferðir, harav fyrra framførslan er á enskum ímeðan seinna framførslan er á íslendskum. So avgjørt eitt tiltak, sum tykist vert at vitja.