Samkynd og revsulógin

Í kvøld, hóskvøldið 9. novembur skipar Føroyahúsið fyri pallborðsfundi um tað málið, sum øll hava havt á máli í farnu viku og gjørt sær sína hugsan um. Leingi hevur verið ætlanin at fáa hetta í lag, men nú gjørdist tað meira aktuelt enn nakrantíð áður. Ætlanin er at fáa málið um samkynd og revsilógina lýst gjølla, eins væl og hvussu hetta verður tengt upp í mannarættindi, politisk og átrúnaðarlig sjónarmið.
Fundurin verður kl. 19. Við pallborði sita m.a. Sonja Jógvansdóttir, ráðgevi, Bogi Davidsen lækni og Margretha Petersen, lesandi. Flovin Eidesgaard verður fundarstjóri.