Samkyndur lívsstílur er ránsveiða Satans!

Tummas Jacbsen
???

Hoyrdi tíðindi um rástevnu, sum samkynd skulu hava í Føroyum í august í ár.
Í kjakinum um samkynd, hevur tað ferð eftir ferð verið ført fram, hvussu illa viðfarin tey samkyndu eru í Føroyum, og tessvegna noyðast tey at flýggja av landinum. Havi undrast á, at allir føroyingar stilltigandi góðtaka slíkar ákærur móti sær. Eg eri sera ósamdur í, at eg, saman við landsmonnum mínum, fari illa við teimum samkyndu og ynski at mótmæla, í hvussu so er mína vegna: eg havi ikki farið illa við nøkrum samkyndum, og eg havi kent fleiri samkyndar.
Men í hesum málinum, eins og í so nógvum øðrum, verða tingini vend á høvdið. Tá ið vit tosa um samkynd, so eru tað tvey ting vit tosa um: Tað eina er samkyndir persónar, og hitt er samkyndur liviháttur. Og her verður oftast blandað ímillum, so at um tú ikki kanst góðtaka ein samkyndan livihátt, ja so ert tú fíggindi hjá teimum samkyndu - og hetta er púra skeivt. Hetta er sama fyribrigdi, sum teir rúsmisnýtarar, eg kenni, sum hava ein livihátt, sum eg ikki taki undir við, men fyri tað eri eg góður við teir. Eg taki ikki undir við, at samkyndur liviháttur er normalur, men fyri tað havi eg ikki gjørt nakað ringt ímóti nøkrum samkyndum - tvørturímóti. Eg ivist ikki í, at onkur samkyndur upplivir, at onkur tekur frástøðu frá honum, men hetta eru fordómar, sum øll kenna til. Tað er ikki øðrvísi enn tað, sum eg ofta havi upplivað, vegna míni trúarsjónarmið; men fyri tað haldi eg meg ikki vera illa viðfarnan. Vit mugu seta tingini í rætt perspektiv, og eg vil sláa fast, at samkynd ikki eru illa viðfarin í Føroyum.
Men tann stóri trupulleikin er, at samkynd vilja normalisera teirra livihátt, og tey krevja av mær og samfelagnum, at vit skulu góðtaka samkynt parlag at vera líka normalt, sum maður og kona; og gera vit ikki tað, so siga tey seg vera pínslarváttar, sum noyðast at flýggja av landinum.
Ein samkyndur liviháttur er ónormalur, men tað merkir ikki, at eg dømi tann samkynda; eg dømi heldur ikki rúsmisnýtaran, tí at eg sigi, at ein liviháttur, sum er stýrdur av alkoholi er ónormalur.
Men tað er púra burturvið at rættvísgera tað, sum er skeivt, við at siga, at tað er normalt. Tað er eitt fakta, at eitt samlív millum tveir menn ella millum tvær kvinnur er ónormalt.
Tað verður ofta ført fram, at tað eru teir trongskygdu kristnu fundamentalistarnir, sum hava skuldina av, at tað er so óliviligt í Føroyum hjá teimum samkyndu. Hetta er skeivt, tí vit kristnu fundamentalistar gera tað ikki óliviligt í Føroyum fyri samkynd, men vit eru ivaleyst orsøkin til, at tað ikki verður roknað at vera normalt.
Bíblian lærir okkum, at menniskjan er skapt í Guds mynd. Gud signaði okkara fyrstu foreldur og segði: "Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!" Jesus sigur í Jóh. 10,10: "Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð." Alt, sum hevur við Gud at gera, veksur og nørist. Hugsi tykkum til hvussu oyðandi tað hevði verið, um toskastovnurin valdi at vera sam-kyndur! Tað er júst hesa myndina, sum Satan roynir at pilka við gjøgnum samkyndan livihátt. Hann er komin fyri at stjala og drepa og forkoma. Samkyndur liviháttur stjelur nøringina, sum Gud hevur lagt í menniskja, eins og fosturtøka drepur tað lív, sum varð til, gjøgnum teir eginleikar, Gud legði í menniskja. Eg vil undirstrika, at tað eru ikki teir samkyndu persónarnir, sum eru fíggindar Guds, men Satan er fíggindi Guds, og hann villeiðir menniskja at trúgva lygnini, so at tað, sum í Guds eygum er ónormalt, skal roknast av menniskjum at vera normalt. Men samkyndur liviháttur verður ongantíð normalur, um so menniskjuni liva 1000 ár afturat. Tað er og verður ónormalt. Men Gud elskar øll menniskju, eisini tey sum eru samkynd ella tey, sum synda. Soleiðis elska eisini tey kristnu øll menniskju, eisini tey samkyndu. Men tað ger ikki samkyndan livihátt normalan - als ikki.
Vit mugu skilja ætlanina aftan fyri tað, sum hendir í okkara samtíð. Tað er ein bardagi millum Guds ríki og myrkursins ríki. Gud gav Sín son at frelsa heimin og leiða menniskjuni aftur til Guds. Satan berjist fyri at myrkrið skal valda, so hann kann gera til einkis Guds ætlanir fyri menniskjunum; og til tað er samkyndur liviháttur ætlaður menniskjum: at ræna mannaættina, so Guds ætlan gerst til einki.
Kæru føroyingar! Latið okkum liva í kærleika til hvønn annan, líka mikið hvønn livihátt hvør einstakur hevur, men latið okkum samstundis ikki vera dárar, og gera tað, sum er ónormalt, normalt.
Tað er bert Gud, sum kann signa okkara land, og geva framgongd og vøkstur. Tí mugu vit geva Honum rætt í øllum.