Samkynt hjúnalag broytir ikki tín gerandisdag

Tráin Petursson Nónklett, vegna Unga Tjóðveldið
----

Um stutta tíð verður enda­lig støða tikin til upp­skotið um broyting av hjúna­bands­lógini. Tað er nógv sum bendir á, at uppskotið fellur, men tað merkir als ikki, at stríðið at koma hertil hevur verið til fánýtis. Hóast okkara politikarar eru bangnir fyri broytingum, er hugburðurin hjá føroyingum broyttur mun­andi.
Stríðið, ið fleiri felagsskapir og einstaklingar hava staðið fyri, kann sjálvsagt tykjast at vera til fánýtis, tá ið upp­skot um broyting av hjún­abandslógini loksins kem­ur, men kortini ikki fær undir­tøku. Men so er ikki. Kjakið hevur flutt mørk, t.d. vísti kanning, ið Gallup gjørdi fyri LGBT Føroyar í fjør, at heili 68% av føroyingum eru fyri, at samkynd, eins og hinskynd, kunnu giftast borgarliga. Hetta er eitt greitt tekin um, at stirvna før­oyska samfelagið hevur broytt seg munandi, og tað er gleðiligt. Men enn hava vit eina samgongu, ið ikki ætlar sær at loyva samkyndum at fáa javnbjóðis rættindi. Tað munnu tó verða sam­gongu­limir, ið hava ringan smakk í munninum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur fyrr sagt seg vera fyri at sam­kynd kunnu ganga saman í hjúnaband, men tá tað kom til stykkis, var ABD(H) sam­gongan týdningarmiklari enn rættindi teirra sam­kyndu. Fyrrverandi Fram­sókn­ar­maðurin og núverandi Fólkafloksmaður, Janus Rein, hevur fyrr verið fortalari fyri samkyndum parlagi. Spennandi verður at vita, um hann nú knappliga broyt­ir meining. Ofta verður tikið til, at annar parturin er undir tufluni í einum par­lagi – tað sær út til, at bæði løgmaður og Janus Rein eru undir tufluni í par­lagnum við Jenisi Av Rana og hinum konservativu sam­gongupolitikarunum.

Frælsisstríð
Vit eiga als ikki at vera bangin fyri at gera broytingar í sam­felagnum. Skulu vit menna okkum sum tjóð, eru broyt­ingar neyðugar. Tey mongu frælsisstríðini hava flutt mørk, flutt lond framá og ført til ein rættvísari heim. Hetta frælsisstríðið flutti eisini mørk í 2006, tá §266b bleiv víðka, soleiðis at tað heldur ikki var loyvt at niðra fólk vegna kynsligan samleika. Ein frælsisbólkur, ið stóð á odda tá, kallaðist Eldhugaður Ungdómur, og var tað ein bólkur av ungum fólki, sum gjøgnum ymisk tiltøk virkaði fyri at stuðla samkyndum í Føroyum. Við slagorðunum “at elska er ein mannarættur” og “stuðla kærleikanum” var ætlanin hjá bólkinum eins viðkomandi og í dag.
Tað sama er galdandi í stríð­num fyri rættindum teirra samkyndu, m.a. rætt­in at ganga saman í hjúna­band. Hesar broytingar eru neyðugar og fara ikki at broyta gerandisdagin hjá teimum, ið eru ímóti. Ný­sæ­landski tinglimurin, Maurice Williamson, segði so frálíkt í eini røðu herfyri: “Tað fer ikki at broyta nak­að grundleggjandi í gerandis­deg­num hjá teimum, ið eru ímóti. Tannáringurin fer enn at vita betri enn tú, sólin fer enn at rísa um morgunin og tú fert ikki at fáa alskyns húðsjúkur.”!