Samkynt hjúnalag: Eg fekk rætt

Hetta hevur verið ein langur glæntrileikur, sigur formaðurin í Nýtt Sjálvstýri

Tað, sum hendi í Løgtinginum í gjárkvøldið, vísti bara, at vit høvdu rætt - og at vit gjørdu rætt. Tað staðfestir Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri, turrisliga.

Tá ið klokkan var farin av midnátt í gjárkvøldið, samtykti Løgtingið uppskotið um at loyva samkyndum at giftast í Føroyum. Uppskotið skal kortini viðgerast eina ferð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt, og tað verður fríggjamorgunin.

Tað stendur í samgonguskjalinum, at tað stendur tinglimum frítt fyri at atkvøða eftir síni sannføring í etiskum málum. Men støðan í gjárkvøldið vísti, at støðan er ikki so einføld, tí Heðin Mortensen viðgekk, at hann føldi seg koyrstan til at atkvøða fyri uppskotinum og eisini Kristin Michelsen róði framundir, at trýst varð lagt á tinglimir.

Heðin Mortensen legði uppskot fyri Løgtingið um at hava fólkaatkvøðu um samkynd hjúnalag, men hann tók uppskotið aftur, tí hann vildi ikki "risikera samgonguna".

Men Bill Justinussen legði uppskotið framaftur, og tá ið atkvøtt var, vann tað akkurát ikki frama, tí 16 atkvøður vóru fyri, men øll samgongan, og Sonja Jógvansdóttir, atkvøddu ímóti.

Tá ið samráðingar um eina nýggja samgongu vóru eftir løgtingsvalið í september, var Nýtt Sjálvstýrið eitt skifti í hitanum, men fór skjótt úr samráðingunum.

Flokkurin førdi fram, at ein av orsøkunum í roynd og veru var tað ein ætlan hjá samgonguni var at selja fiskirættindi á uppboði, hóast almennu boðinu vóru nøkur onnur. Sjálvstýrisfólk søgdu, at ein onnur orsøk var, at hóast nakað annað varð sagt, var tað eisini ein ætlan hjá samgonguni at loyva samkyndum at giftast.

- Hóast einki stóð um tað í samgonguskjalinum, vóru vit aldrin í  ivi um, at hesi bæði málini fóru at verða gjørd til samgongumál, sigur Jógvan Skorheim.

Tí mælti Nýtt Sjálvstýri til, at vit skuldu hava fólkaatkvøðu um málið, og at tað varð felt niður í samgonguskjalið.

- Tað vildi flokkarnir ikki, sigur floksformaðurin.

Men hann heldur samstundis, at tað, sum fór fram í gjárkvøldið, vísti, at hann fekk rætt, men tað vísir eisini, at tað var rætt at Nýtt Sjálvstýri fór úr samgongusamráðingunum, tí hesum tekur flokkurin ikki undir við.

- Hetta hevur verið ein drúgvur glæntrileiku, sigur Jógvan skorheim.

- Fyrst var tað uppboðssølan, ið løgmaður staðfesti ikki var partur av samgonguskjalinum og síðani hjúnabandslóginm. Nú tað avtornaði, vórðu bæði málini gjørd til samgongumál og tað var rætt av okkum ikki at vera ein partur av hesum, leggur hann afturat.