Samráðast 17. mars

Fyrsti samráðingarfundurin millum landsstýrið og donsku stjórnina um ríkisrættarliga spurning Føroya verður eftir øllum at døma hildin í danska forsætismálaráðnum fríggjadagin 17. mars klokkan 16.00.

John Johannessen


Løgmaður fekk týsdagin bræv frá danska forsætismálaráðharranum, har Poul Nyrup Rasmussen takkar fyri brævið hann fekk frá løgmanni 8. februar, um at ynskiligt hevði verið, at hol varð sett á samráðingarnar ein av døgunum millum 12. og 23. mars.

Poul Nyrup Rasmussen skýtur í brævinum upp, at fundurin verður hildin 17. mars í Danmark. Hesum hugskotinum tekur løgmaður undir við, men hann hevur kortini enn ikki svarað Poul Nyrup Rasmussen, at hol kann setast á samráðingarnar hendan dagin.

Løgmaður sigur, at tá landsstýrið hevur viðgjørt álitini, tað fekk frá uttanlandsnevnd løgtingsins í gjár, er klárt at fara til samráðingar nær tað skal vera. Tí tekur hann undir við uppskotinum frá Nyrup um at halda fundin fríggjadain 17. í hesum mánaðinum.

Anfinn Kallsberg fer í dag at senda Poul Nyrup Rasmussen svar, og verður tað, at hann tekur undir við uppskotinum.