Í dag fara umboð fyri Taleban og Suðurkorea aftur at samráðast um teir suðurkoreonsku gíslarnar Talsmaðurin hjá Taleban í Afghanistan, Qari Yousef Ahamdi, segði í gjár, at umboð fyri Taleban fara at tosa við suðurkoreanskar embætismenn í dag í einari roynd at fáa teir 19 suðurkoreonsku gíslarnar leysar.
Samráðingarnar verða í býnum Chazni, og umboð fyri Altjóða Reyða Kross verða hjástødd.
Limir í Taleban burturfluttu 23 suðurkoreanar tann 19. juli. Tveir av gíslunum vórðu seinni funnir skotnir, og tvær kvinnur vórðu latnar leysar. Burturflytararnir eru til reiðar at lata hinar 19 gíslarnar leysar, um Suðurkorea tekur sínar hermenn úr Afghanistan. Men tað vil suðurkoreanska stjórnin ikki.