-Samráðast enn í Vági

- Enn eru allir flokkar til samráðingarborðið, verður sagt úr Vági.

Enn er óvist, hvør samgonga verður skipað í Vági. 

 

Dennis Holm, sitandi borgarstjóri sigur, at enn sita allir tríggir flokkar við samráðingarborðið og at einki er avgjørt enn. 

 

Sitandi borgarstjóri gjørdi annars eitt gott val í gjár við 131 persónligum atkvøðum. Men ivasamt er, um tað er nóg mikið til at halda fast í sessinum. 

 

In.fo fylgir málinum.