Samráðast framvegis

Gongst sum Óli Holm, landsstýrismaður í skúlamálum, og Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, vænta og vóna, verður málið um savnsrøktina innan fólkaskúlan loyst

SAVNSRØKTIN

Evsta mark at avgreiða málið um savnsrøktina er í morgin, mikudag tann 15. mai.
- Eg havi góðar vónir um, at vit koma fram til eina semju, sigur Óli Holm, landsstýrismaður, sum kortini ikki vil siga nakað nærri um, hvussu tingingarnar ganga ella hvør semjan verður.
Eisini Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, hevði góðar vónir undan triðja samráðingarfundinum mánadagin, sum hon metti fór at verða avgerandi fyri, um tað fer at røkka ella støkka í málinum.
Føroya Lærarafelag hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at tað ikki slakar í spurninginum um samsýning til limirnar. Kommunurnar varða av skúlunum og tískil eru tað kommunurnar, sum sambært einum áliti, ið er gjørt um málið, sum eiga fíggjarligu ábyrgdina av savnsrøktini.
Beint eftir páskir komu Føroya Lærarafelag og Mentamálastýrið ásamt um at fara undir tingingar saman við Kommunusamskipan Føroya og Fíggjarmálastýrið um at fáa skipað viðurskifti á savnsrøktini í fólkaskúlanum. Loysnin, sum miðað verður eftir at náa fram til, skal koma í gildi frá komandi skúlaári. Eru tingingarnar ikki lidnar til ásetta dag og eingin semja í eygsjón, verður støðan eins og áðrenn semjuna frá 2. apríl. Tað vil siga, at Føroya Lærarafelag fer at nokta limum sínum at virka sum próvdómarar til skrivligu fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum í summar. Somuleiðis fer blokadan av savnsrøktini at standa við. Tað merkir, at lærarar framvegis ikki sleppa at røkja serstovur og amboð. Avleiðingarnar av hesum eru, at nógvar serstovur nú í langa tíð hava verið ónýtiligar og næmingar hava tískil ikki fingið frálæru í fleiri lærugreinum.
Føroya Kommunufelag er ikki við í tingingunum. Finna hinir partarnir fram til eina semju, merkir tað, at á nøkrum skúlum í landinum fáa lærarar samsýning fyri at røkja serstovur og amboð, meðan á øðrum skúlum verður støðan óbroytt. Forkvinnan í Føroya Lærarafelag heldur tað verða ógvuliga óheppið fyri nógvar limir.
- Tað, sum er umráðandi nú, er at finna fram til eina semju millum partarnar, sum nú tingast. Eg tori ikki at meta um, um hitt kommunufelagið fer at taka undir við tí, vit kunnu semjast um, sigur Óli Holm.
Spurningurin er so, um semja fæst í lag. Myndugleikarnir vita, at eingin undirvísing verður í teim handaligu lærugreinunum, til málið er loyst.