Danska reiðaríið Shipcraft sigur nú, at tað er í samráðingum við teir somalisku sjórænararnar, sum tóku manningina á farmaskipinum Leopard í Aden-víkini tann 12. januar. Síðani hava teir seks menninir, tveir danir og fýra úr Filipsoyggjunum, verið gíslar hjá sjórænarunum. Í fleiri dagar hoyrdist einki frá manningini ella sjórænarunum, men í dag varð boðað frá, at reiðaríið nú hevur fingið samband við teir, sum hava manningina.
Shipcraft sigur, at felagið leggur høvuðsdent á fáa manningina leysa so skjótt sum gjørligt. Meiri vil felagið ikki siga í løtuni.
Herskipadeildin hjá NATO, sum heldur til úti fyri somalisku strondini, hevur sagt, at teir seks menninir av Leopard eru eftir øllum at døma umborð á einum sjórænaraskipi, sum liggur uttan fyri somaliska býin Hobyo.