Samráðingar um at fáa Mubarak frá

Samráðingar eru nú ímillum amerikonsku stjórnina og egyptiskar embætismenn um eitt uppskot um, at Hosni Mubarak skal fara frá sum forseti beinanvegin. Tað skrivar New York Times, sum veit at siga, at Barack Obama, forseti og einstakir ráðharrar eru við í samráðingunum.

Sambært blaðnum sigur uppskotið, at Mubarak skal lata varaforsetanum, Omar Suleiman, valdið, og hann skal so skipa eina skiftisstjórn, sum skal hava stuðul frá herinum. Skiftisstjórnin skal endurskoða ta egyptisku valskipanina, so skipanina tryggjar eitt frítt og frælst forsetaval í september.

Spurningurin er, hvat Hosni Mubarak sigur til uppskotið. So seint sum í gjárkvøldið segði hann, at hann vil fegin leggja frá sær, men at hann kann ikki, tí so endar alt í ruðuleika.