Tað eydnaðist ikki sponsku stjórnini at fáa fakfeløgini og arbeiðsgevararnar at góðtaka eina ætlan hjá stjórnini um nýskipanir á arbeiðsmarknaðinum. Í morgun mátti stjórnin ásanna, at samráðingarnar kundu ikki geva nakað úrslit, og partarnir fóru hvør til sítt.
Stjórnin hevur tó ikki slept sínum ætlanum og hevur hótt við at samtykkja nýskipaninar, sama hvat partarnir á arbeiðsmarknaðinum siga. Sambært stjórnini eru nýskipanir neyðugar fyri at fáa tann spanska búskapin aftur á beint.
Ein talsmaður fyri stjórnina sigur, at stjórnin fer at gera eina roynd afturat at fáa semju við arbeiðsmarknaðin um nýskipaninar. Men kemur heldur einki burtur úr tá, fer tjóðartingið at seta nýskipaninar í verk kortini, sigur hann.