Samráðingarnar byrjaðar

Samráðingarnar á embætismannastigi millum Føroyar og Danmark um nýggja sjálvstýrisleistin byrjaðu í Danmark fríggjadagin. Partarnir eru kortini sera varnir við at siga nakað um hendan fyrsta fundin teirra millum

Føroyskir og danskir embætismenn eru nú farnir í gongd við at snikka saman eina avtalu um framtíðar viðurskiftini millum londini bæði.

Eftir at politisku samráðingarnar slitnaðu í heyst, stakk landsstýrið eina nýggja kós út í kortið, og fríggjadagin sessaðust trý føroysk og trý donsk embætisfólk við samráðingarborðið í Keypmannahavn at røða um møguleikarnar at finna eina loysn á málinum.

Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanlandsdeildini í landsstýrinum, og Steen Ryd Larsen, skrivstovustjóri í Forsætisráðnum, vátta báðir, at fundur var teirra millum fríggjadagin, men stórt meira enn tað ber ikki til at fáa burtur úr embætismonnunum. Hvørgin vil siga nakað um málini, sum vóru á borðinum hendan fyrsta fundin. Partarnir hava avtalað at fara stillisliga fram, og hesa avtaluna halda báðir partar seg til. Heldur ikki vil nakar teirra siga, nær næsti fundur verður, og hvussu nógvir fundir væntandi verða millum partarnar.


Avgreiðast í januar

Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur áður sagt, at samráðingarnar á embætismannastigi eftir ætlan skulu fáast frá hondini í januar. Eftir er so bert tann politiska staðfestingin av avtaluni millum partarnar.

Løgmaður ætlar at fáa í lag eina avtalu við danir um at broyta heimastýrislógina, so tað ber til at yvirtaka øll málsøki uttan ríkismál eftir einum føstum leisti, sum landsstýrið leggur til rættis. Harumframt er eisini meiningin at fáa í lag eina avtalu um at niðurlaga blokkstuðulin og leggja eina koyriætlan fram móti føroyska fullveldinum.

Meiningin er, at alt hetta skal fáast so skjótt frá hondini, sum møguligt, so tað ber til hjá Føroya fólki at taka støðu til koyriætlanina fram ímóti fullveldinum á fólkaatkvøðu í apríl. Skal hetta eydnast, hevur landsstýrið skund. Tí ein avtala um at broyta heimastýrislógina skal bæði samtykkjast av Fólkatinginum og Løgtinginum, og hetta er ein mannagongd, sum varir umleið eina mánað.

Men eydnast tað at fáa í lag eina avtalu við donsku stjórina, og eydnast tað at fáa Føroya fólk at siga ja til koyriætlanina á fólkaatkvøðuni, skulu føroyingar aftur til fólkaatkvøðu, tá blokkstuðulin er niðurlagaður og øll málsøki eru yvirtikin. Tá skal atkvøðast um eina føroyska grundlóg, sum staðfestir Føroyar sum fullveldi.


Samráðst leingi

Landsstýrið kunngjørdi nýggja leistin fram móti fullveldinum á tíðindafundi í Tinganesi 2. november í fjør. Men kortini váttað bæði Sten Ryd Larsen, skrivstovustjóri í danska forsætisráðnum, og Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanlandsdeildini í Tinganesi, at fundurin teirra millum fríggjadagin var tann fyrsti um nýggja sjálvstýrisleistin.

Herluf Sigvaldsson vísir á, at løgmaður og danski forsætisráðharrin hava ábyrgdina av samráðingunum, og tí eru tað teir, ið skulu gera tær viðmerkingar, ið skulu gerast.

Tað hevur hvørki eydnast at fáa fatur á Anfinn Kallsberg, løgmanni, ella danska forsætisráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen. Men Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, sigur, at ongar samráðingar hava verið ? heldur ikki fríggjadagin.

? Samrøður hava leingi verið millum báðar partarnar, men talan hevur ikki verið um samráðingar. Tað stendur púra greitt, sigur Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal vísir á, at samskiftið millum landsstýrið og donsku stjórnina er í trúnaði, og tí fæst ikki meira at vita frá honum.