Samráðast um pedagogsáttmálan í dag

Í Kaffihúsinum í Havn sita partarnir nú til samráðingar um nýggja sáttmála hjá pedagogunum.

Semingsmaðurin Terji Sigurðsson hevur kallað partarnar á fund, har landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, eisini er við.

 

Enn er ikki greitt, hvussu tað gongur við samráðingunum – heldur einki er at frætta um eitt møguligt nýtt semingsuppskot.