Í dag eru tvær vikur síðani, at Pedagogfelagið boðaði frá, at tey høvdu slitið sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið, tí felagið saknaði ein vilja frá Fíggjarmálaráðnum at finna eina semju.
Serliga var tað viðvíkjandi lønini hjá starvslærarum tá námsfrøðislesandi fara í pratikk, at ósemja snúði seg um.
Tá in.fo tosaði við Jógvan Philbrow, formann í Pedagogfelagnum, fyri løtu síðani, var hann sera varin við at úttala seg um støðuna, men upplýsir, at samband er millum partarnar.
- Vit samskifta eitt sindur saman nú, so støðan er betri enn hon var. Men talan er ikki um, at vit eru farin aftur til samráðingarborðið. Heldur er tað, at vit royna at finna út av, um tað er nakað at samráðast um. Men enn er langt á mál, áðrenn vit kunnu vænta eina semju, sigur Jógvan Philbrow í stuttari viðmerking.