Samskip hækkar tænastustøðið

? nýtt skip í rutusigling millum Ísland, Føroyar og Evropa

Tíðindaskriv

Vegna stóran og vaksandi eftirspurning hevur íslendska skipafelagið Samskip fingið nýtt skip at røkja rutuna millum Ísland, Føroyar og europeiska meginlandið.
Nýggja skipið hevur fingið navnið Akrafell. Tað fer at røkja siglingina saman við Skaftafelli á leiðini Reykjavík - Reyðarfjørður - Klaksvík - Immingham og Rotterdam. Við hesum hækkar felagið tænastustøðið munandi, bæði tá talan er um útflutning og innflutning í Íslandi og Føroyum. Framyvir fara skipini hjá Samskipum á hesari leiðini at steðga í hesum býum hvørja viku í staðin fyri aðra hvørja.
Akrafell bleiv smíðað í 1997 í Rumenia og Týsklandi og tekur stívliga 5.100 tons av farmi og kann flyta 435 bingjueindir. Ferðin er 14 míl um tíman og manningin telur 13 mans.
Akrafell verður í Klaksvík fyrstu ferð 9. ella 10. juni. Sølumaðurin hjá Samskipum í Føroyum er Niclas Kristiansson Niclasen. Skrivstovan er hjá Farmaleiðum í Klaksvík, sum avgreiðir skipini hjá Samskipum og allan flutning fyri felagið í Føroyum.