Samskipað sigling í Norðurhøvum

Samskip tekur nú rættiliga kappingina upp við Smyril Line og Eimskip/Skipafelagið um farmaflutningin til og úr Føroyum

Íslendska skipafelagið Samskip arbeiðir við ætlanum um at víðka siglingina millum Føroyar og útheimin. Felagið hevur sett fólk í starv í Føroyum og fer í næstum at lata upp egna skrivstovu í Havn. Joel undir Leitinum er settur stjóri hjá Samskip í Føroyum.
Joel undir Leitinum, sum áður hevur starvast hjá Eimskip í Føroyum, sigur, at umframt hann sjálvan eru tvey onnur fólk, sum fyrr hava starvast hjá Eimskip, sett i starv hjá Samskip. Harumframt er eisini eitt avgreiðslufólk í Klaksvík, har Samskip eina tíð hevur havt avgreiðslu, í starvi hjá felagnum í Føroyum.
?Ætlanin er at betra um flutningsmøguleikarnar hjá føroyingum, greiðir Joel undir Leitinum frá.
Men nágreiniliga hvussu hetta skal gerast, vil hann ikki koma nærri inn á enn, tí tað er ikki endaliga avgjørt. Tó skilst so mikið sum tað, at ætlanin er at fáa í lag eina rutu seinnapart í viku niður til Europa. Sum er, siglir Samskip úr Føroyum mánadag. Men av tí, at tær stóru fiskanøgdirnar vanliga eru seinni í vikuni, er upplagt, at miðað eftir at fáa part av hesum eisini, sigur hann.
Tað skilst á nýggja stjóranum hjá Samskipum, at teir ætla at England skal vera ein týðandi partur av hesum nýggja tilboðnum. Hann nevnir Immingham sum fyrstu havn, tá farið verður úrFøroyum. Síðan verður siglt til Hollands, Týklands, Danmarkar, Svøríkis og Noregs, áðrenn komið verður aftur til Føroya. Í Íslandi eru havnirnar, teir brúka, Reykjavík og Reyðifjørður á Eysturlandium.
Joel undir Leitinum greiðir frá, at umframt hesar havnirnar, sum siglt verður til í beinleiðis sambandi við Føroyar, hevur Samskip eisini rutur og sambond nógvastaðni úti í heimi. Við egnu skipum verður siglt inn í Eystrasalt, eitt nú til Russlands, og eisini verður við undirveitarum siglt til eitt nú Fjareystur.
Í Føroyum hevur Samskip higartil brúkt Klaksvík sum upp- og avskipingarhavn, men arbeitt verður við at víðka um rutunetið við øðrum føroyskum havnum eisini. Joel undir Leitinum sigur, at talan verður uttan iva um eina havn í Suðurstreymoy. Tá roknar hann Kollafjørð sum part av Tórshavnar Havn hoyrandi til Suðurstreym, sigur hann.
Siglt fer at verða við bingjuskipum upp á Føroyar, og ætlanin er at økja kapasitetin við størri skipum enn teimum, sum í dag eru á leiðini, sigur nýggi stjórin hjá Samskipum í Føroyum.
At tað frammanundan eru tveir veitarar á leiðini - Smyril Line og Eimskip/Skipafelagið - gevur møguleika fyri at koma rættiliga við í kappingina, metir Joel undir Leitinum. Og við at betra munandi um útflutnignsmøguleikarnar heldur hann realistiskan møguleika vera fyri at fáa so mikið stóran marknaðarpart, at tað fer at bera til.