? Samstarv er aðalmálið

Tað sigur Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni, sum hevur samskipað føroysku luttøkuna á oljumessuni ONS 98 í Stavanger. Hóast básurin ikki er av teimum størstu, so er útlendski áhugin stórur

Hóast føroyski básurin á oljumessuni her í Stavang er ikki er millum teir størstu, so tykist kortini at vera stórur áhugi fyri honum. Nógv fólk leita á básin at vita, hvønn leiklut Føroyar ætla sær at hava í eini framtíðar oljuvinnu.

Seinnapartin í gjár vitjaði bretski sendiharrin í Oslo og bretski oljumálaráðharrin John Battle básin. Undan tí hevði sjálvur norski kongurin lagt leiðina framvið básinum.

Kjartan Kristiansen, menningarstjóri er maðurin, sum stendur fyri arbeiðinum at fyriskipa eina slíla føroyska luttøku. Tað hevur hann gjørt nú í fleiri ár, bæði tá talan er um fiskivinnu og oljuframsýningar.

Umleið 20 fyritøkur eru við og teirra millum eru fyritøkur, sum longu nú eru við í oljuvirksemi meira og minni. Kjartan Kristiansen sigur, at tað mest umráðandi á hesum støðinum er at fáa samstarv í lag millum føroyskar og útlendskar fyritøkur. Hóast oljuvinnan enn liggur nakað væl úti í framtíðini, so er tað longu nú, at ein eigur at finna samstarvspartarnar. Og hóast eingin olja verður funnin í Føroyum, so finst eisini ein marknaður uttan fyri landoddarnar. Her er talan um hjá føroyskum fyritøkum at verða við til at lata vørur og tænastur í sambandi við eitt nú oljuvinnu í Noregi.