Samstarv millum Toftir og Runavík

Tofta skúli og Skúlin við Løkin í Runavík fara nú undir nýggja breytaskipan og samstarv um 8. flokk.

Næmingar í 8. flokki í Tofta skúla og Skúlanum við Løkin í Runavík fáa nú høvi at velja millum fýra spennandi breytir í 8. flokki. Talan er um fótbóltsbreyt, tónlistabreyt, rørslubreyt og handaliga breyt.

 

Skúlarnir eru samdir um at samstarva um 8. flokk og gevur økta samlaða næmingatalið betri møguleikar fyri einum spennandi og fjølbroyttum skúlatilboði.

 

Komandi næmingarnir í 8. flokki velja í hesum døgum millum tær fýra breytirnar, ið koma at leingja skúlavikuna við 4-6 tímum. Tímarnir verða lagdir inn í skúladagarnar í blokkum á tveir tímar mánadag, mikudag og fríggjadag.

 

Samstarvið millum Tofta skúla og Skúlan við Løkin í Runavík um nýggja breytaskipan og samstarv um 8. flokk kemur at virka eftir summarfrítíðina.