Samstarv og úrslit

Andrias Petersen
Valevni á Javnaðarlistanum
?
12. mars 1998 høvdu Jóannes Ejdesgaard og Marita Petersen, sála, fund við danska javnaðarflokkin, sum tá sat við stjórnarvaldinum. Úrslitið av hesum fundi var, at minni enn tríggjar mánaðir seinni fekk fuldveldislandstýrið eina avbera góða loysn í bankamálinum.
Í 1991 sótu donsku javnaðarmenninir í andstøðu, men kravið frá teimum, harímillum føroyska javnaðarmanninum Jákup Lindenskov til donsku fíggjarlógina var, at føroyskir fiskimenn fingu krígspensjón eftir somu treytum sum danskir. Hetta eydnaðist eisini.
Tvey mál, sum gjøgnum samráðing og semju vunnu føroyingum rættindi. Tvey mál, sum vóru Føroyum og føroyingum til almikið gagn.
Samgongan hevur trý týdningarmikil mál fyri framman, har fólkatingssessurin kann viðvirka til at finna eina loysn. Endurnýggjan av ríkisfelagsskapinum, heimildarlóg til uttanríkispolitik, og fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Hesi mál ætlar Javnaðarflokkurin sær at loysa við skilagóðum, konstruktivum samráðingum, sum vit ikki ivast í koma at eydnast.
Javnaðarumboðið á Fólkatingi fer at umboða okkum føroyingar á ein hátt, sum skapar virðing millum danskar politikarar, og virðing fyri Føroyum og føroyskum áhugamálum. So hava vit trúvirði, tá á stendur.
Hetta er tað vit nevna samstarv, sum gevur úrslit.
Javnaðarflokkurin arbeiðir við skili.
Vel tí Javnaðarflokkin á Fólkating.